Tað var ein tíð

Orð og lag: Eyðun Jacobsen

Tað var ein tíð, í bróstið hjarta brendi
Tín kærleiki til Jesus sterkur var
Og hvønn ein dag, Guds nærveru tú kendi
Tú kendi Hann í andanum so nær.

Við streingjaleiki Gud tú vildi æra
og spældi mangt eitt vakurt lovsongslag
Tú sang tín sang um frelsara tín kæra
Hann sum tær nýggja lívið vann ein dag

Men hvat var tað sum fekk alt til at kølna
Hvat fekk teg til at ganga aðra leið
Hvat gjørdi so at títt lív fór følna
Hvat gjørdi at tú nýggjar gøtur steig

Ei longur tað í hjarta tínum brennur
Tín kærleiki til Jesus horvin er
Guds nærveru tú ei í bróstið kennir
Og eingin bøn úr hjarta longur fer

Ei longur syngur tú til Harrans æru
Ei longur spælir tú eitt lovsongslag
Og Hann tú segði ei tú vildi svíkja
Er gloymdur, ei tú leggur stórt í tað

Hvat batar tær at njóta heimsins gleði
Og missa tað, ið áður var tær kært
Tú gloyma vilt, at hjarta títt var fegið
Ta tíð, tá tú í Gudi glaður vart

Hví letur tú ei heimsins tónar tagna
Hví vendir tú ei heim til Faðir tín
Hann tá við opnum ørmum vil tær fagna
Og varða teg í alla ævitíð

Kom heim og syng lovprís til dýrdarkongin
Kom heim og spæl títt vakra lovsongslag
Úr munni, hjarta lat tú sigursongin
Nú ljóma frá tær heilt til síðsta dag

FavoriteLoadingGoym tekstin