Tað var ein undurfull, undurfull stund

Orð og lag: John W. Peterson
Týtt: Petur William Háberg

1. Tað var ein undurfull, undurfull stund –
hana ei gloyma eg kann –
tá eg um vegleysu myrkursins grund
Jesus, mín frelsara fann.
Og hesin vinur við eymleikans brá
stillaði hjartans míns trá.
Skuggarnir svunnu,
við songi á munni
eg vitni, at myrkrið hvarv tá.

Niðurlag: Dýrdin kom niður, fylti mína sál,
grøddur eg varð við krossins kærleiksbál,
mín synd har upp varð brend,
og mín nátt til dag varð vend,
dýrdin kom niður, fylti mína sál.

2. Føddur av Anda, eg tá kom upp í
guddómligt skyldskaparband,
rættvísan gjørdi meg Golgata stríð,
gav mær so dýran ein stand.
Øll henda umbroyting ognaðist mær,
tá ið eg kom sum eg var.
Frelstur í ævir
nú syngi eg glaður,
mín Frelsari æruna fær!

3. Vón mín er grundføst, og halda hon skal.
Tá so er liðin, mín tíð,
bíðar mær himmalska framtíðin sæl
ævigum bústøðum í.
Áh, sum tað tó var ein undurfull stund,
tá eg við hann kom á fund,
signingar dýrar
og skattir so skírar
tá fekk eg – og frið hans í lund!

FavoriteLoadingGoym tekstin