Tað var einaferð

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Ingi Isaksen

Tað var einaferð ein kongur
Sum var í ringum lag
tí hann átti eina dóttir
Sum ongantíð var glað

Øll bóru henni gávur
Hon sat í síni dýrd
Og stardi gjøgnum gluggan
Og var illa hýrd

Á slotti komu prinsar sum ferðast høvdu míl
Skemtarar og klovnar men ongin fekk eitt smíl
Har komu vakrir sheikar og unglingar – men tig
Tann væna kongadóttir vildi bert hava frið

Tá allir ungir dreingir
Høvdu eydnu sína roynt
Var bert ein dólgur eftir
Tey flestu høvdu gloymt

Hann kom úr eini kroysu
So fátæk vóru tey
Kloddafyl og yngstur
Tann seinasti av sjey

Og til vakra slottið kom so hetta kloss
Alt sum hann átti var til hennara ein koss
Hann fekk tað vøkru gentu og hennar hjartað við
Tey livdu allar ævir glað og lukkulig

FavoriteLoadingGoym tekstin