Tað var niðri við Jesu føtur

Elisha Albright Hoffman
Orð og lag: Elisha Albright Hoffman
Týtt: Líggjas á Váli

1. Tað var niðri við Jesu føtur,
áh, hin sæla løtan har,
har mín sál fekk frið í trúnni,
og mín synd av tváað varð.

Niðurlag: Lat meg hesa søgu siga
um hans náði móti mær.
Lat meg tala og ei tiga
um tann frið, hann til mín bar.

2. Tað var niðri við Jesu føtur,
har eg sanna hvílu fann,
har mín sál fekk síggja ljósið,
og mín syndabyrði svann.

3. Tað var niðri við Jesu føtur,
har mín syndaskuld varð løgd,
har mín syndafyrigeving
varð av honum mær tilsøgd.

FavoriteLoadingGoym tekstin