Tað var páskamorgun árla

Orð og lag: Peter J. Nash
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: It was early in the morning

1. Tað var páskamorgun árla,
tá tær komu har, hann lá,
sólin neyvan komin undan
henda minnisríka dag.
„Hann er tikin, hann er tikin“
– sorgfult rópið var –
„hann er risin, hann er risin,“
fingu tær til svar.

2. Hjørtu slógu, vónin birtist,
sum við skund tær bera boð.
Var tað satt, at Harrin livdi,
skuldu tær hann síggja so?
„Hann er risin, hann er risin,“
einglar vísa á.
„Hann er risin, hann er risin,
hyggið, har hann lá.“

3. Bert Maria dvøldist eftir –
grátandi um Harran har,
hoyrdi ikki einglarøddir:
„Hann er risin,“ boðið var.
„Bert eg fann hann, bert eg fann hann,“
bøn Mariu var.
„Her, Maria, her, Maria,“
tað var Harrans svar.

4. Tit, sum søkja risnan Harra,
sum kann blindum geva sjón,
sum kann frelsa, veita gleði:
Tóma grøvin kveikir vón!
Harri Jesus, ver hjá okkum,
hjartans bøn vár er.
„Nú eg liva skal í tykkum,“
svarar Harrin her.

FavoriteLoadingGoym tekstin