Tær, góði Gud, vit lov og tøkk her veita

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 19. januar 2010.

Tær, góði Gud, vit lov og tøkk her veita,
nú aftur vit úr húsi tínum leita.
Tú mettað hevur oss við tínum orði
og altarborði.

Hjálp, at vit trúføst góða verk títt gera,
og at várt lív til signingar má vera.
Varðveit oss, Gud, í trúnni føst at standa
í hvørjum vanda.

Styrk oss hvønn dag hitt góða stríð at stríða,
elska vár næsta, boðorð tíni lýða,
til, góði Gud, frá foldum verður farið;
tú okkum lærið!