Tær heiður, Alvaldi, himlarnir bera

Orð: Christian F. Gellert
Lag: Ludvig van Beethoven
Týtt: Victor Danielsen

1. Tær heiður, Alvaldi, himlarnir bera,
í toru finnur rødd tín veg,
og jørðin og havið, tey navn títt høgt gera,
hitt skapta alt ber boð um teg;
hvør leiðir stjørnurnar á teirra vegi,
ótaldu himmallikam mong!
Guds mátt og veldi vit lova við gleði
og veita honum takkarsong.

FavoriteLoadingGoym tekstin