Tær hendur, sum negldust til krossins træ

Orð: Harriet H. Pierson og Fred P. Morris
Lag: Daniel Brink Towner
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: The hand that was nailed to the cross

1. Tær hendur, sum negldust til krossins træ,
sum píndust og bløddu har í mín stað,
tær bjóða enn friðleysum syndarum
ein fullkomnan bústað í Himlinum.

Niðurlag: Tær hendur, sum særdust hin dag,
meg leiða í Himmalsins stað.
Skjótt síggi eg tær
rættast móti mær har,
tær hendur, sum særdust hin dag.

2. Eg kenna væl kann gjøgnum stríðið her
tær hendur, sum styðja á lívsins ferð,
sum verja, tá freisting meg herjar á,
sum lyftu meg upp, tá eg fallin lá.

3. Tær hendur, sum fyrr gjørdu hjørtu glað,
enn virka við frelsandi kraft í dag,
við teimum mær endurloysn vunnin varð,
tá Jesus á trænum út breiddi tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin