Tær leingist mót lukku – men hvar er hon, hvar

Victor Danielsen
Orð: Emilie Thorup
Lag: Johannes Beck
Týtt: Victor Danielsen

1. Tær leingist mót lukku – men hvar er hon, hvar!
Her ræður bert saknur og sorg;
nei, sælur er tann, sum er Jesusi nær
og fann við hans kross sína borg!

2. Tú leitar um gleði – hvar er hon tann dag,
tá sorgin teg rakar og neyð!
Nei, glað er tann sál, sum seg lítur á tað:
Guds Sonur bar dóm mín og deyð!

3. Tú vónar á frið, men hann finst ikki her,
bert lógokið tyngir teg hart;
hin einasta frið, sum í heiminum er,
við Golgatakrossin tú fært.

4. Tú ræðist at trúgva, at velja Guds veg,
tú heldur, tú standa ei kann;
tú gloymir, at Jesus vann alt fyri teg,
og halda tær uppi skal hann.

5. So tak tá mót honum, og tá fært tú alt,
úr storminum stýr inn í havn!
Tín synd er út strikað, hann skuldina galt,
tín friður er Jesusar navn.

FavoriteLoadingGoym tekstin