Tær løturnar

Martin Joensen
Orð: Martin Joensen
Lag: Ólavur Højgaard

Tær løturnar, vit høvdu saman,
tá okkar´ heimur nýggjur var,
enn glógva bjart! Tær lýsa skært
sum gimsteinar í míni sál.

Vit skuldu loysa lagnugátur,
vit kvóðu kærleikanum prís!
Og verðin øll var veitsluhøll,
har vinir fevndust, vildu frið!

Men skjótt vit lærdu, handan fría skinn
ofta falsið húsast, – vit fingu høgg á kinn!
Ei er alt gull, ið glitrar, vit sannaðu tá.
Vit sóu heimin rilla og várið liggja eftirá.

FavoriteLoadingGoym tekstin