Tær eg prísi, dýri Harri

Orð: Mary E. Maxwell
Lag: Ada Rose Gibbs
Týtt: Zachrias Zachariassen

1. Tær eg prísi, dýri Harri,
at tú vildi ofra teg,
signing Himmalsins at veita
gjøgnum leiðingar sum meg.

Niðurlag:
Bert ein leiðing full av signing,
sálarbót og gróðrarsaft.
Flóta lat ígjøgnum okkum
náði, lív og guddómskraft.

2. Bert ein veit frá lívsins keldu,
leidd til hjørtu turr og tyst,
til at bera vøkst og hita
har, sum oyðið er og fryst.

3. Sjálv so tóm til tín at fylla,
reinsað rør í tíni hond,
so tín signing rík kann flóta
út til oyggjar, støð og lond.

4. Harri, tú við Anda tínum
fólk títt fylla vil og kann,
so úr boygdum, lýdnum hjørtum
lívsins vatn í streymum rann.

FavoriteLoadingGoym tekstin