Eg tær takki, Jesus, fyri

Orð og lag: Árni Jacobsen

1. Eg tær takki, Jesus, fyri,
tú av náði frelsti meg,
loysti meg frá míni byrði,
vendi andlit mítt á teg.
Eg, sum var ein syndatrælur,
gjørdist frælsur, loystur varð,
eg í ævir eri sælur,
tí tú mínar syndir bar.

2. Fjøtraður av deyðans bondum
var eg, nú er sál mín frí,
eg, sum tínum egnu hondum
ævigt standi ristur í.
Blint var eygað, deyvt var oyrað,
tyngdur gekk eg deyðans veg,
nú eg síggja kann og hoyra,
hvørja leið tú beinir meg.

3. Hvør at tær kann draga nærri
enn tann hond, tú rætti mær?
Hvør sum tú er mentur, Harri,
meg at leiða inn hjá tær?
Tú – tann stóri seyðahirði –
ongantíð tú spardi teg.
Eg tær takki, Jesus, fyri,
tú av náði frelsti meg!