Tær veri æran, Lívsins Harri, tær

George Friedrich Händel
Orð: Edmond Louis Budry
Lag: George Friedrich Händel
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Thine be the glory

1. Tær veri æran, Lívsins Harri, tær!
Fullkomin tín sigur yvir deyða var.
Eingil eins og snarljós velti steinin frá,
línklæðið lá eftir, har tú áður lá.

Niðurlag: Tær veri æran, Lívsins Harri, tær!
Fullkomin tín sigur yvir deyða var.

2. Jesus, upp risin, møtir okkum her,
friðsamt okkum heilsar; ótti, myrkur fer.
Lat Guds fólk nú fegnast, syngja sigursfró,
tí at Harrin livir, deyðans brodd hann sló!

3. Tú, Dýrdarprinsur, alt várt álit ert,
uttan teg var lívið tómt og einkisvert.
Meir enn sigra skulu vit við tína lið,
trygg um Jordan stíga – inn til sælan frið.