Her er stuttligt

    Orð: Vera Bjørgvin
    Lag: Terji Rasmussen

    Kom við mær til fótbólt
    kom rópi á várt lið
    Vit mugu halda saman
    og vísa góðan sið
    Tá fjøldin saman stendur sterk
    vit styrkja okkara lið
    so komi øll og rópi hetta við:

    Her er tað stuttligt
    Her er tað gott
    B36 spælir so flott, flott, flott!
    Hey hey hey!

    Øll konufólkahjørtu
    pipra títt avstað
    Tá liðið fer á vøllin
    tær syngja sama lag
    Kom nú sjeikar
    vísu tykkara yvir lekru bein
    so skulu vit nokk hjálpa tykkum heim

    Her er tað stuttligt…

    Hoyr fólki fjølment rópa
    tá sparka er í mál
    Og dysturin er lokin
    tá syngur hvør ein sál
    B36
    vit elska tykkum yvir alt
    tað hava vit so ofta tykkum sagt
    Her er tað stuttligt…

    Í Gundadali

    Terji Rasmussen
    Orð og lag: Terji Rasmussen

    Vakni úr mínum rúsi
    frá degnum í gjár
    Uttan Treo við brúsi
    ei fái lekt mítt sár

    Men tað finnist tó ein uggi
    ið hjálpir mær á leið
    Tá eg til liðið fríggið
    og fjøldin rópar breið

    //:// B36 hey hey
    B36 hey //://

    Posin undir læri
    og vinmenn undir lið
    Eg inn í spæli fari
    alt annað gloyma vil

    Vit eldførini løddu
    høvdu turriklæði við
    Við keppinum á høvdi
    vit rópti á várt lið

    //:// B36 hey hey
    B36 hey //://

    Na na na…

    //:// B36 hey hey
    B36 hey //://

    Rennið dreingir!

    Orð: Louis Zachariasen
    Lag: Gunnar Mikkelsen

    Rennið dreingir, yvir eingir
    mennið tykkum við hvønn keik,
    snarur fótur, tankar fljótir
    gerast við hvønn dystarleik.
    Sýnið so at dreingir duga,
    fremjið leik av fullum huga:
    Fyri B36, fyri B36!

    Dystur gongur, eingin longur
    skilir hvussu stendur til.
    Spark á grundum, eydnan stundum
    báðar vegir fara vil.
    Spælið dreingir, siðiliga,
    standið væl og manniliga:
    Fyri B36, fyri B36!

    Harðnar leikur, siðsti keikur,
    mannamúgvan gongur kyk.
    Dreingir renna, æðrar spenna
    til at taka síðsta dik.
    Aftur fram teir bóltin senda,
    jú, tað gekk – og leikin henda:
    Vann B36, vann B36!

    Sangur til B36

    Robert McBirnie
    Orð: Robert McBirnie
    Lag: Daniel Boone

    Vælkomin øll í Gundadal at stuðla okkar’ lið.
    B36 tað er, sum vit øll halda við.
    Setið tykkum øksl við øksl
    og heppið okkar’ menn.
    Um nú tú gert títt, so ger liðið sítt
    og vit vinna eina ferð enn!

    B36 tað er jú okkar’ eitt og alt.
    Tá illa gongst, tað kennist sum í sár er latið salt,
    men tá so sigur vunnin er og dystur blástur av,
    tá vit renna út onkur bóltar rút.
    Takka teim oss sigurin gav.

    Komið tí og syngið við,
    lat runga hart og hvølt:
    “B36 KOYR Á!”
    í senn vit rópa øll.
    Tá úrslitið tað sjálvsagt er;
    vit skora sigursmál,
    tí um tú gert títt, so ger liðið sítt
    og í felag vit gera eitt hál!

    Niels hevur felagið stovnað

    Orð: Marius Ziska
    Lag: Der gingo tre jenter
    Viðmerking: Yrktur til ársveitsluna hjá B36 í 1948

    Ja, Niels hevur felagið stovnað,
    hann formaður var fyrstu ferð,
    um vinning tað fekk ella tapti,
    so segði hann bert: “Sama ger!”

    B36, B36,
    í heyst gjørdist tað føroyameistari.

    Teir fara ei skreytir at gera,
    helt mangur og vit kanska við,
    men vit fingu annað at síggja,
    skjótt gjørdist tað tiltikið lið.

    Tá ítróttasamband varð íbirt,
    kom meistarakapping í lag
    við steypi, ið nógv hevur ferðast.
    Tað steypið er teirra í dag.

    Vit kenna so væl allar samlar,
    sum royndust so væl hesa ferð.
    Tann fyrsti er málverjan góða,
    tí Kriss fyri skotunum er.

    Hjá bakkunum, Kjartan og Tórleif,
    ei sleppist so lættligt innum,
    so stúttir teir eru á fótum,
    tá teir gúppa bóltin uppum.

    Og Mortan, Hjørleif og Debess,
    teir sparka hvønn bólt uttan kiks,
    og kann tað ei øðrvísi verjast,
    so skumpa teir manniin til viks.

    Í mál verður skotið við knalli,
    vit klappa og rópa hurrá,
    ja, so er tað sjálvsagt frá Alli,
    at hesin bóltur kom frá.

    Sær Herlufur strýkur um ennið,
    hann kappast við treysti og mót,
    so mangan vit hoyra hann rópa:
    “Nú skunda tær, Nichels, skjót!”

    Um Jimmy hann skallar eitt málið,
    tá leypa vit leysir upp frá,
    men verður tað kolldømt til off-side,
    so nipnir vit standa har tá.

    At spæla kann væl Óli Jógvan,
    og reka kann hann langan tein,
    so væl dugir hann sær at snúgva,
    ei kann fyri hann spennast bein.

    Vit ynskja teim aftur at sigra
    í ár og ta komandi tíð,
    so eydnast kann steypið at ognast
    av felag B seks og trý.

    Hurrá, hurrá, hurrá!
    Teir skulu her nú fá
    eitt trífalt og rungandi heiðurshurrá!

    B tríati og seks

    Orð: Petur Øster, Rudolf Joensen, Jóan Jakku Guttesen og Terji Rasmussen
    Lag: Terji Rasmussen

    Kom nú allir mínir menn
    Kom, koyri á í senn
    B 36

    Í millum trý og seks
    vit, eg og tú og teir
    er tað vit síggja rætt og slætt
    Tað specifikka er
    at tú ert her
    og ver vælkomin inn í tína rætt

    Um tú ert hann og hon
    konkav ella konveks
    er pláss hjá tríati og seks
    Ert tú til stuttleika
    ella til álvara
    so verður tú nokk ikki heilt perpleks

    Kom nú allir mínir menn
    Kom, koyri á í senn
    B 36

    Um tú ert vippari
    ella góður strippari
    so eru vit tó trý til sex
    Vit hugsa positivt
    tú kanst siga hvat tú vilt
    áh nei, vit brenna sgu da onga heks

    Shaga laga laga la
    øll uppá tá
    B tríati og seks – so flott
    Eitt felags endamál
    við lív og sál
    ja, her er stuttligt og her er so gott.