Bubuvinur

    Orð og lag: Eyðbjørn Jacobsen

    Eg eri Bubu vinur
    Bubu vinur ja
    Bubu er altíð glaður
    og tað gleðir meg

    Tá ið okkurt keðir meg
    og tá ið ringt er lag
    hugsi eg um mín góða vin
    Stuttligt er tá tað

    Eg havi ei reyða nøs,
    brúki brillugløs
    Ongan hatt, men húgvu bert
    Vil verða við, har ið tú fert

    Bubu eigur besta vin,
    hann í hjarta býr
    Altíð góða søgu ber,
    altíð har smílið er

    Vinir altíð eru nær,
    nær, um nær er fjar

    Summargleði

    Orð og lag: Eyðbjørn Jacobsen

    Summargleði, summargleði
    Tað er lív og ljóst í míni barnsligu sál,
    Summargleði, summargleði
    Hann fyllir mína sál,
    hann, sum leiðir okkum á mál

    Tá kavin leggur seg á grønastu líð,
    myrkt alt er í kaldastu tíð
    Tá tungast er sinnið, sál mín tá fær
    himmalska gleði,
    æviga gleði frá tær

    Blómurnar spretta, tað várar í jørð,
    Alt sum sær ljósið tað grør
    Eg veit at innast í hjarta’ hjá mær,
    býr himmalska gleðin,
    æviga gleðin í tær

    Regnið, regnað, tað perlar bert av
    Dettur á jørð, har tað grør!
    Innast inni, inni í mær
    har liggur sáðið,
    Himmalska sáðið frá tær.

    Kom øll og verið klovnar

    Orð: Ásbjørn Bertholdsen, Finn Johannesen og Eyðbjørn Jacobsen
    Lag: Ásbjørn Bertholdsen

    Kom øll og verið klovn,
    kom øll og verið klovnar
    kom øll og verið klovn,
    kom øll og verið klovnar

    Vit mála okkum eina stóra reyða nøs,
    bæði eg og tú,
    og klossast runt í mega stórum skóm
    og hava tað stuttligt nú

    Upp á høvd leggja vit ein flottan hatt,
    á krúllut hár
    Og upp úr tasku hála vit eina stóra
    – lítla guitar

    Úr Bókini vit lesa
    og hoyra mangt sagt frá
    Har læra vit at liva
    og liva okkum við

    Komið nú og lýðið á

    Orð og lag: Eyðbjørn Jacobsen

    Komið nú og lýðið á
    søguna, sum sigur frá:
    Lítil maður stóð á tá,
    einki petti hann tó sá.

    Tí at mannamúgvan stúgva saman
    og hann visti eingi ráð,
    enn at klúgva upp í træið,
    haðani hann Jesus sá.

    “Vinur, skunda tær kom niður higar,
    eg vil koma á gátt hjá tær!”,
    mælti Jesus við Sakeus,
    glaður maður hann tá var.

    Jesu rødd enn ljóðar so,
    kom og hoyr teg gleðiboð:
    “Eg vil koma á gátt hjá tær!
    Vinur, vilt tú fylgja mær?”

    Babba

    Orð og lag: Eyðbjørn Jacobsen

    Babba, ja babba,
    sig mær eina søgu
    Mamma, ja mamma,
    syng so fyri mær,
    um mínar tær,
    og hann, sum sær.

    Tá dreingirnir arga meg
    og gentir gera fortreð
    Sólin tykist alt ov heit
    Regnið alt ov vátt
    Í mínum lummum finni eg
    onki, ið kann ugga meg
    Tá er tað eg hugsi um teg

    Sólin handan skýggið fer,
    skuggar fjala meg,
    Alt, sum tyktist bjart og blátt,
    er nú myrkagrátt
    Í mínum hjarta finni eg,
    vinin, ið kann lýsa veg,
    hann meg leiðir á seg.

    Eg átti einaferð ein hund

    Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson

    Eg átti einaferð ein hund
    sum flutti til Hvannasund
    Tá eg so spurdi hví hann fór
    so segði hann bara vov, vov, vov

    Hann átti einaferð ein hund,
    sum flutti norð til Hvannasund
    Tá hann so spurdi hví hann fór
    so segði hann bara vov, vov, vov

    Vov vov vov, segði hann
    Til Hvannasunds hann rann
    Vov vov vov, segði hann
    Til Hvannasunds hann rann

    Eg átti einaferð ein frens,
    sum rímdi til grannan Jens
    Tá eg so spurdi hví hann fór
    so segði hann bara mjav, mjav, mjav

    Hann átti einaferð ein frens,
    sum rímdi til grannan Jens
    Tá hann so spurdi hví hann fór
    so segði hann bara mjav, mjav, mjav

    Mjav mjav mjav, segði hann
    Og yvir til Jens hann rann
    Mjav mjav mjav, segði hann
    Og yvir til Jens hann rann

    Eg átti einaferð eitt mæ,
    sum fór til Seltræð
    Tá eg so spurdi hví tað fór,
    so segði tað bara mæ, mæ, mæ

    Hann átti einaferð eitt mæ,
    sum fór til Seltræð
    Tá hann so spurdi hví tað fór,
    so segði tað bara mæ, mæ, mæ

    Mæ, mæ, mæ, segði tað
    og fór til Selatræð
    Mæ, mæ, mæ, segði tað
    og fór til Selatræð

    Vit eru klovnar

    Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson

    Tá eg var lítil, mangan eg græt
    Tá segði omma: halt nú uppat
    Tú suffar um regnið og hví tað er kalt
    tú grætur um einki og grenjar um alt

    Mín elskaða omma, hon segði, so vís
    “Á foldum tú skapar títt paradís
    men ven teg at smílast og flenna hvønn dag
    Ver tú ein klovnur – ger onnur fólk glað

    Verð tú ein klovnur hvønn einasta dag
    Verð tú ein klovnur og elska tú tað
    Verð tú ein klovnur hvønn einasta dag
    Verð tú ein klovnur og elska tú tað

    Eg bleiv so eldri og vísur sum hon
    og síðani tá havi eg aldrin havt gron
    Eg velji at smílast – eg flenni hvønn dag
    Eg eri ein klovnur – og eg elski tað!

    Mín elskaða omma – hon livir ei meir
    Men tað sum hon segði – tað ongantíð doyr
    Hvat onnur halda – legg ei í tað
    Verði tit klovnar – og gerið fólk glað

    Jesus er mín besti vinur

    Orð og lag: Eyðbjørn Jacobsen

    Jesus er mín besti vinur
    Aldri burtur frá hann fer
    Mær í hjarta bústað hevur
    Ongan sakn eg kenni mær

    Mær í hjarta inni býr
    Onki óttist eg
    Jesus er mín besti vinur
    Ongan sakn eg kenni mær

    Tá so myrkrið um meg fjalir
    Ongin vinur er at sjá
    Hoyrist rødd úr hjarta inni
    Ongan sakn eg kenni mær

    Skjótt ein dag eg síggja skal hann
    Vinin sum meg leiddi væl
    Har í himli allar ævir
    Ongan sakn eg kenni mær