Lær meg biðja: Ver Tín vilji

    Orð: Egon Zandelin
    Týtt: Kajfinn Hammer

    1. Lær meg biðja: Ver Tín vilji
    gjøgnum gleði, sorg og neyð
    Tú, sum klæðir hvørja lilju,
    gev oss hvønn dag dagligt breyð.

    Niðurlag: Faðir vár, Faðir vár;
    Faðir vár, sum í Himlunum er,
    heilagt veri dýra Navn Títt,
    hetta, Harri, bøn mín er!

    2. Lær meg alt til Tín at bera,
    um tað enn skal kosta tár;
    eins og lærusveinar Tínir
    eyðmjúkt biðja: Faðir vár!

    3. Lær meg biðja: Kom Títt Ríki,
    ei av mannahondum gjørt.
    At tilbiðja Faðir-Navn Títt,
    er so undurfult og stórt.

    Mítt høvur, Gud, eg nígi

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Valdimar Briem
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur í 1994.

    1. Mítt høvur, Gud, eg nígi,
    til ásjón tína stígi
    sum barn í bøn til tín.
    Lat heim ei skart mær granda,
    men gev mær bønaranda
    og hjartans suff tú hoyri mín.

    2. Eg biði, faðir blíði,
    um hjálp í lívsins stríði
    í Jesu navni nú.
    Tú hoyrir bønir allar,
    tá barn títt á teg kallar
    í Jesu navni, Jesu trú.

    3. Og tó eg einki átti,
    gev ei, eg møðast mátti
    sum best at biðið teg.
    Tú tíma veitst og tíðir,
    eg troysti á: umsíðir
    tú bønhoyrir og signar meg.

    4. Og tó eg einki átti,
    gev ei, eg kvartað mátti
    og gramt meg fyri tær.
    Eg veit, tú vilt tað besta
    og víst ei letur resta
    alt tað, tú sært man gagna mær.

    5. Og tó eg einki átti,
    gev ei, eg hugsað mátti:
    “Mín bøn ei loysir seg”.
    Um eg enn einki fái,
    eg hjartaliga trái
    tó mest at verða eitt við teg.

    6. Tann Andans andadráttur
    er óslítandi táttur
    ímillum meg og teg.
    Tá barnsligt hjartað biður,
    tín signing streymar niður
    og bindur saman teg og meg.

    Tak meg, Jesus, í tín favn

    Orð: Ådne Lønnegraff
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur í 1978.

    1. Tak meg, Jesus, í tín favn,
    tá meg nívir náttin svarta,
    leið meg í ta tryggu havn,
    – lat meg hvíla við títt hjarta!
    Inn í stilli stýr mín stavn,
    tak meg, Jesus, í tín favn!

    2. Goym meg, Jesus, við tín barm,
    tá ið lívsins vandar lúra,
    og mær ræðsla veldur harm,
    – boðabrot um sker og flúrar.
    Rætt mær tá tín veldisarm,
    goym meg, Jesus, við tín barm!

    3. Goym meg, Jesus, goym tú meg,
    ver mítt skjól og øll mín verja!
    tá tann óndi sníkir seg
    og við snildum á man herja!
    Goym meg, Jesus, hjá mær búgv,
    tá tú roynir mína trúgv!

    3. Goym meg, Jesus, við tín barm,
    tá so líðandi eg vikni;
    og eg kenni deyðans harm,
    tá við lívslok burt eg blikni,
    Rætt mær, Jesus, tá tín arm,
    lat meg sovna við tín barm!

    Tú fyri heimi tínum bið!

    Orð: Friðrik Friðriksson
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur 20. mars 1960.

    Tú fyri heimi tínum bið!
    – við Guds hjálp tað skal standa;
    hann sendir tá sítt einglalið
    sum vernd mót øllum vanda.
    Tann ríka frið frá heim títt fær;
    tað einans bønin við sær bar.

    Tú fyri heimi tínum bið!
    – tað góðsku ber og gleði.
    Har vinir binda bond í bøn,
    er Gud á teirra vegi;
    har sprettur hjartans semja tann,
    sum einans bønin heinta kann.

    Tú fyri fíggindanum bið!
    – tað køvir hatskan loga;
    sum ørvur bøn kann skunda sær
    og stálhart hjarta sláa.
    Hon bræðir tað í kærleika,
    sum bønin heintar himli frá.

    Tú fyri veikum sálum bið!
    – á teirra villu heiðum;
    bið Gud, sum valdar hjartanum,
    á rættan veg tær leiða!
    Hvør kennir bønar mátt og frið
    sum frelsarin, ið segði: Bið!

    Bið fyri ríki Guds og teim,
    sum trúføst børn har stríða!
    Tær bønin veitir dirvi, mátt
    for sømu søk at líða.
    Og verður stríðið hart tær við,
    vil bønin veita troyst og frið.

    Bið fyri tær! Gud aga teg
    við pínslu má á foldum;
    hann deyðar tína egnu vild,
    – og tú ert í hans hondum.
    Straks sælu hann tær gevur her,
    – tað bønin einans við sær ber.

    Bið fyri bønini, son hon
    ei teg frá Gudi leiðir!
    Lat altíð hennar mið og mál
    tað vera: til Guds heiður!
    So lyftist bøn tín foldum frá,
    – og hoyrd hon kemur til tín tá.

    Miskunna mær, Gud, tí misgerð mín

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Petur Jacob Sigvardsen
    Lag: Eg ungur var og fattur við
    Viðmerking: Yrktur á krossmessu 2007.

    1. Miskunna mær, Gud, tí misgerð mín
    er størri, enn eg kann bera,
    tú náða meg, so at várkunn tín
    meg reinan frá synd kann gera.

    2. Eg misgerðir mínar fullvæl veit,
    eg synd mína altíð síggi,
    tá Gud til sannleiks at mær leit,
    í iðran til hans eg flýggi.

    3. Í misgerð og synd eg føddur varð,
    hvønn dag eg dálkaður verði,
    tí reinsa meg, Gud, miskunna mær!
    og reinan frá synd meg geri.

    4. Ja, skapa mær hjarta reint, o, Gud,
    og gev mær ein nýggjan Anda,
    í honum at ognast sælan lut:
    eitt sinn við Guds ásjón standa.

    5. Lat meg við gleði boða Guds prís
    og gudleysum vegir tínar,
    á frelsu manna syndara vís
    og bót fyri syndir sínar.

    Hoyr tú hjartans bøn nú mína

    Orð: Valdimar Briem
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur í juli 2002.

    Hoyr tú hjartans bøn nú mína,
    kæri himnafaðir mín,
    vóni bert á miskunn tína,
    burturfarni sonur tín.

    Vilstur burt av vegi tínum,
    oyddi ogn og spilti meg,
    gekk bert eftir girndum mínum,
    Gud, eg gloymdi mangan teg.

    Nú vil eg tó aftur snúgva,
    kæri faðir, heim til tín,
    gævi, eg kann aftur búgva
    ævigt hjá tær, frelsa mín.

    Fullvæl veit eg, at eg átti
    pláss í faðirhúsi mær,
    at sum barn eg búgva mátti,
    besti faðir mín, hjá tær.

    Faðir, faðir, Gud mín góður,
    kann eg verða sátt við teg?
    O, sum tú ert tolinmóður,
    tú í sátt vil taka meg.

    Tú í føvning tín meg fevndi,
    gavst mær fingurgullið nýtt,
    og sum sonin tín meg nevndi,
    fyrigavst mær misbrot mítt.

    Trúareygu á teg stara,
    miskunnsami faðir mín,
    hjartans bøn er hoyrd og svarað,
    afturfunnin sonur tín.

    Kristus, vilt tú krossin halda

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Yrktur um allahalganna 2008.

    Kristus, vilt tú krossin halda
    fyri mær mítt æviskeið.
    Lat hann lívi mínum valda,
    meira her mær tørvar ei
    uttan hann og teg krossfestan,
    bjargaran og vinin besta.*

    Kristus, lat tú krossin lýsa
    gjøgnum deyðans dimma dal,
    hann við tær bert veg kann vísa,
    so eg ikki villast skal.
    Krossur tín og frelsuverkið
    ver mær studnastavur sterki.

    Kristi krossur ver mín verja,
    tá til dóms eg stíga skal,
    og tá Sátan á man herja,
    meg í frelsu tíni fjal,
    so meg rámar ei Guðs vreiði,
    tí í tær eg lívið eigi.

    Tað gav mátt, tá tú helt saman hendur

    Orð: Trygve Bjerkrheim
    Lag: Øivind Fritjof Tønnesen
    Týtt úr norskum: Christian Høj
    Upprunaheiti: Det er makt i de foldede hender

    1. Tað gav mátt, tá tú helt saman hendur,
    – hóast hondin var lítil og veik,
    tá til alveldis Gud tú teim vendir,
    aldri neyðstadda barn sítt hann sveik.

    Niðurlag: Svar hans ávegis er, einglar bera tær boð,
    um tað drálar, tað fram tó skal ná.
    Hetta játtar tær sannleikans trúfasti Gud:
    “Heit á meg, og tú bjarging skalt fá!”

    2. Tínum barni og vininum kæra,
    sum tú baðst fyri ár eftir ár
    – lat bert ótol og mistreysti fara,
    ein dag sendir tær svar Harri vár.

    3. Tú fekst mátt, tá tú helt saman hendur
    og í navni hans bað tína bøn.
    og tann dag, hann tær ferðarboð sendir,
    tú skal sanna, at stór var tín løn.

    Meir heilagan ger meg

    Orð: Philip Paul Bliss
    Lag 1: Philip Paul Bliss
    Lag 2: George Coles Stebbins
    Lag 3: Bárður á Lakjuni
    Týtt: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: More holiness give me

    1. Meir heilagan ger meg,
    meir ódeildan við,
    meir tolnan í stríði,
    meir elskandi frið,
    meir fastan í trúnni,
    meir lítlan í mær,
    meir ídnan í verki,
    meir sterkan í tær!

    2. Meir frímóð tú gev mær,
    meir prís við títt borð,
    meir tøkk, sum eg átti,
    meir hug til títt orð,
    meir sýni á Jesus,
    meir hvíld í hans favn,
    meir stilli í sinni,
    meir bøn í hans navn!

    3. Meir eyðmjúkan ger meg,
    meir fúsan til stríð,
    meir vaknan til bønir,
    meir sparnan við tíð!
    Meir fyltan av Anda,
    meir vísan ger meg,
    meir vendan mót Himli,
    meir, Jesus, sum teg!