Upphavsins Harri, tú, sum heimin skapti

    Jógvan við Keldu
    Orð: Árni Jacobsen
    Lag: Jógvan við Keldu

    1. Upphavsins Harri, tú, sum heimin skapti,
    og sum á hválvið ljós og myrkur festi,
    tú yvir øllum skapningum og skaparverki metti,
    at neyðugt var við onkrum, sum til varðveiting tú setti.
    Sum skaparverksins krúnu tú tá skapti eina menniskju.

    2. Upphavsins Harri, tú, sum heimin skapti,
    sást, ei var gott, at maðurin var eina.
    Og av hans egna holdi tá tú kvinnu honum gjørdi
    at veita honum hjálp og ráð, og saman tú tey førdi.
    Og eftir tínum vísa ráði bæði skulu vera eitt.

    3. Upphavsins Harri, tú, sum heimin skapti,
    ert enn tann sami, sum tú vart í forðum.
    Við kærleika tú bindur tvey, so eitt tey kunnu vera,
    tú leiðir, og tú signar tey og gjøgnum alt vilt bera
    og framvegis vilt gera tað og fylgja teimum hvørt eitt stig.

    Meðan saman her vit sita

    Orð: Petur William Háberg
    Lag: James Langran

    1. Meðan saman her vit sita
    glað og fró í veitslulag
    við teim hjúnum, sum nú halda
    her sín stóra merkisdag,
    er tað vert at hyggja aftur
    á ta tíð, sum farin er,
    takksom móti lívsins Harra,
    hann, sum verður, var og er.

    2. Ísrael væl mátti fjakka
    ár um ár í oyðimørk,
    men tey høvdu altíð hjá sær
    halgidómin, Harrans ørk.
    Klæði teirra slitust ikki,
    skógvar vórðu ei á hol,
    yvir teim var Harrans náði,
    kærleiki og ríka tol!

    3. Øll tey frelstu hava sannað,
    hvussu stór Guds náði er,
    hann læt upp tey stongdu portur,
    uppihelt so manga ferð.
    Og tey hús, sum ærað hava
    Harrans navn í trúgv og bøn,
    eins og teirra, vit nú fagna,
    missa ikki sína løn.

    4. Tey eitt „Ebenezer“ kunnu
    reisa nú á hesum stað,
    og vit ynskja, Harrans signing
    teim skal fylgja dag um dag,
    teirra heimi, teirra virki,
    teirra gerðum, teirra ferð,
    og so eina ríka inngongd,
    tá ið tíðin liðin er!

    Tit búgv tykkum reisið á orðsins hellugrund

    Orð: Jakob Peter Mynster Paulli
    Lag: Johan Peter Emilius Hartmann
    Týtt: Christian Matras og Petur William Háberg
    Upprunaheiti: Jert hus skal I bygge

    1. Tit búgv tykkum reisið á orðsins hellugrund,
    tá vikast ei veggur í lívsins ódnarstund,
    um samlívið er í lívd av krossins træ,
    vil heimið vera vart undir tryggasta lað.
    Ei myrkrið fær makt,
    stendur krossurin vakt.

    2. Hvør gerð verði signað í bønar sterka bað,
    hvør langtan og vón vend mót himmalsins stað,
    um sól rennur upp, um kvøldið legst um lond,
    lat bønarbrúgv stíga mót heimlandsins strond.
    Har bønin fær makt,
    standa einglarnir vakt.

    3. Til hann, sum í brúdleyp í Kána boðin varð,
    sum tíðirnar skifta, tit haldið tykkum nær.
    Vælsignað hvør lon, sum Jesus kallar sín’,
    har Harrin vil dvølja, kann vatn vera vín
    og friðarsins vakt
    verja hjartnanna pakt.

    4. Gud skjól tykkum verði, til lívssól niður fer,
    tað lýsir á veg, at Gud kærleiki er,
    hann leiði tá fet í kongaborg um stund,
    har eingin skal skiljast, sum kemur á fund.
    Tá fullgjørd er sátt
    við Guds kærleikans mátt.

    Tann Gud, sum í upphavi grundvøllin legði

    Orð: Hanus M. Hansen
    Lag: Fólkalag (Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið)

    1. Tann Gud, sum í upphavi grundvøllin legði
    úr moldini myndaði livandi sál.
    Tá Ádam við lið sína kvinnuna hevði,
    við skapanarverki var komið á mál.

    2. Hvønn livandi skapning, hvør stjørna, hvør vera,
    og sólin, og mánin, ja, dagur og nátt,
    úr ongum hann skapti – til einkis skal gera.
    Hvør skilir hans vísdóm, hvør kennir hans mátt?

    3. Við Skaparans vilja er lív várt so háttað,
    at maður til kvinnuna finnur sær leið.
    Á hátíðarløtu tey trúskap sín vátta
    – sum maður og kona tá byrja sítt skeið.

    4. Tá Ábram á sinni sín tænara sendi,
    við kelduna stóð hann, tá sól fór í kav,
    men árla á morgni hann heim aftur vendi
    – Rebekka var troystin, Gud Ísaki gav.

    5. Í Hásongi vakra vit brúðrina finna,
    men kærleikans vegur óskiljandi er.
    „Sig, hvat er tín vinur, tú vakrasta kvinna?“
    „Mín vinur er søtur, av túsund hann ber.“

    6. Her brúður og brúðgómi vilja vit fagna
    í ungdómsins blóma, av vilja so sterk.
    Við framtíðarvónum – tó ókend er lagna.
    Gud kraft tykkum gevi og ídni til verk.

    7. Tá signing og gleði skal leið tykkar’ fylgja,
    um stundum á ferðini tit gerast móð.
    Um slættur er sjógvur – um hóttandi bylgja
    – hann skjól tykkum veri og verndarborg góð.

    Tá ið Ábraham á sinni sendi tænaran avstað

    Orð og lag: Ókendur
    Týtt úr enskum: Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: Oh, get ready! Evening shadows fall

    1. Tá ið Ábraham á sinni sendi tænaran avstað,
    tí hann visti, at skjótt endað var hans lív.
    Við kamelum sínum lýðin Eliezer fór tann dag
    langa leið at finna Ísaki eitt vív.

    Niðurlag: „Ver til reiðar, sál, ver endurfødd!“
    Hoyrir tú ei Eliezers rødd!
    „Brátt Lambsins stóra brúdleyp byrja skal í gleði, gleim,
    tá á kvøldi ferðafylgið kemur heim!“

    2. Tá ið komið var at kvøldi við ein eysturlendskan brunn,
    Eliezer tók kamelafylgi sítt
    og til Ísak eina brúður – millum eik og tornarunn –
    fann hann, tá Rebekka gav sítt ja-orð blítt.

    3. So tók tænarin Rebekku – prýdd við skart og silvurlín –
    heim til Ábrahams og Ísaks lyftisland.
    Og tey elskaðu hvørt annað – Ísak hana tók til sín,
    og tey eydnusæl har knýttu hjúnaband.

    4. Eins og tænarin hjá Ábrahami, Andin sendur er
    út at finna eina brúður til Guds Son,
    tí í Himli stendur bústaður til brúður hans í gerð,
    allan kærleik hans og dýrd har eigur hon.

    5. Vit frá fedrahúsi fóru, søgdu heiminum farvæl,
    og nú ferðast vit til dýrdarinnar stað.
    Og skjótt brúðgómur og brúður andlit har til andlits sæl
    njóta dýrdina hin ævilanga dag.

    Kærleiki – trúfesti heim og hjúnalag fylli

    Orð: Øssur Berghamar
    Lag: Richard Charles Rodgers (Edelweiss)

    1. Kærleiki – trúfesti
    heim og hjúnalag fylli.
    Trygd í lund –
    stund um stund –
    lívsleið tykkara gylli.
    Orðsins barlast í sál og sinn
    tykkum góð vil vera.
    Ljós so bjart –
    nær og fjart –
    orðið uppi vil bera.

    2. Kærleiki – trúfesti
    framtíð tykkara myndi.
    Andans glóð,
    megi góð
    merki hjørtu og lyndi.
    Leiði tykkum um lívsins hav
    Harrans hond og megi.
    Ferðin sæl
    gerast skal
    – vard í sorg sum í gleði.

    Tú, Gud, sum skapti fyrsta mann

    Orð: Mary Bowly Peters (fyrra ørindi) og Petur William Háberg (seinna ørindi)
    Lag: Philipp Nicolai
    Týtt: Victor Danielsen (fyrra ørindi)

    1. Tú, Gud, sum skapti fyrsta mann
    og leiddi brúður fram til hann
    og beyð teim eitt at vera,
    í náði hygg á hetta stað,
    á hesi bæði, sum í dag
    pakt hvørt við annað gera,
    so tey
    í neyð
    sum í gleði
    á tí vegi,
    tú tey leiðir,
    liva tær til prís og heiður!

    2. Tey ja-orð góvu hjartansglað,
    vælsigna teirra hjúnalag,
    Gud, miskunnsami Faðir!
    Nú varði tey tín verndarhond,
    nú halgi tú tey kærleiksbond,
    so dagar gerast glaðir!
    Í trúgv
    sítt búgv
    lat tey byggja,
    hjá tær tryggja
    dag frá degi!
    Signa tey í sorg og gleði!

    Vælkomnir veri, tit gestir úr ymiskum heimum

    Orð: Sigurd Berghamar (fyrra ørindi) og Petur William Háberg (seinna ørindi)
    Lag: Ókent týskt tónaskald úr 17. øld

    1. Vælkomnir veri, tit gestir úr ymiskum heimum,
    saman við hjúnunum vígdu – at fegnast við teimum,
    sum her í dag
    góvu hvørt øðrum sítt „ja“,
    játtað av kenslum so reinum.

    2. Vit teimum ynskja av hjarta á hátíðardegi
    lukku og eydnu og signing á framtíðarvegi,
    eigi í lund
    tey Harrans frið hvørja stund.
    Hann veitir sannastu gleði.

    Vár Harri, tú, sum einaferð eitt brúdleyp signaði

    Orð: John Berridge
    Lag 1: William Henry Havergal
    Lag 2: Jens Guttesen
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Vár Harri, tú, sum einaferð
    eitt brúdleyp signaði,
    ver sjálvur tú til staðar her,
    gev frið, vit biðja teg!

    2. Við náði brúður, brúðgóm prýð,
    lat náði lýsa teim,
    at friður hvørja stund og tíð
    má fylla hetta heim!

    3. Og signing ríka lat tey fá,
    hygg á tey, Harri, milt,
    at tey og alt, tey eiga, má
    av lukku verða fylgt!

    4. Við reinum kærleika tey fyll
    og Kristi sinnalag,
    at byrðar hvørt hjá øðrum still
    tey bera dag um dag!

    5. Við hopi, vend mót Himlinum,
    tey ferðast lat við tær,
    inntil tú sæst í skýggjunum,
    og øll vit savnast har!

    Vælkomin veri her í dag

    Orð: Petur William Háberg
    Lag: Philipp Nicolai

    1. Vælkomin veri her í dag!
    Vit skulu nú á hesum stað
    ein merkisdag nú halda.
    Av hjartans grund várt ynski er,
    at friður Guds skal ráða her
    og vári veitslu valda.
    Tá skal
    lívsæl
    stundin verða,
    gleði bera
    teimum kæru
    hjúnum, sum vit vísa æru!

    2. Í felag hesi mongu ár
    tey livdu gjøgnum smíl og tár,
    sum lívið øllum bjóðar;
    tann trúgvin, sum tey uppi bar,
    hon álit teim og mongum var
    – tí tøkk frá okkum ljóðar.
    Varði
    parið
    Harrans megi
    á tí vegi,
    enn tað eigur,
    navni Guds til dýrd og heiður!