Ommu tíni hjá

    Orð: Steintór Rasmussen og Niclas Heri Jákupsson
    Lag: Niclas Heri Jákupsson

    Kom og set teg ommu tíni hjá
    Lurta nú lat ommu siga frá
    Eg tók ímóti tær
    Tá tú føddur varð
    Sum tú tá vart fittur vinur mín

    Í vøgguni tú hjálparleysur lá
    Og eygu tíni vóru himmalblá
    Tú hevði vakra rødd
    Og stuttligt var títt høvd
    Sum tú tá vart fittur vinur mín

    Vøgguni tú vildi sleppa úr
    Og vit gingu saman mangan túr
    Tú spurdi meg um alt
    Eg fekk tær fortalt
    Sum tú tá vart fittur vinur mín

    Kom og set teg ommu tíni hjá
    Vinur mín tú altíð vita má
    Besta barnið mítt
    Gott er hjartað títt
    Sum tú enn ert fittur vinur mín

    Mamma mín

    Orð: Harry Birtilíð
    Lag: Águst Pétursson

    1. Góða mamma, tú íð lívið gav mær,
    aftur koma barndómsdagar ei,
    men tey ljósu minni, eg fekk frá tær
    vilja lýsa mær á lívsins leið.

    2. Mangar mammur syrgnar heima sita
    tí ein sonur gloymdi burtur tær.
    Men mín góða mamma tú skalt vita,
    at tú stendur hjarta mínum nær.

    3. Meðan tú enn livir, vil eg veita
    hesa hjartans heitu tøkk til tín,
    og av sonnum skalt tú altíð eita:
    Heimsins besta mamma, mamma mín.

    4. Tá tú burt ert farin, vil tín andi
    høgt av himli fylgja míni ferð,
    hvar eg sigli, gangi ella standi,
    veit eg, tú við mína síðu er.

    5. Tá ið lívsins stormar á meg herja
    og eg óttafullur standi her,
    veit eg, tú við bønum meg vilt verja
    – móðireygað vekjur yvir mær