Vit gera klovnafimleik

    Orð: Finn Johannesen og Eyðbjørn Jacobsen
    Lag: Sigurd Barrett

    Vit gera klovnafimleik og rista armarnar
    Vit rista armarnar
    Vit rista armarnar
    Vit gera klovnafimleik og rista armarnar
    Vit rista teir og hoppa so uppfrá

    Vit gera klovnafimleik og rista beinini
    Vit rista beinini
    Vit rista beinini
    Vit gera klovnafimleik og rista beinini
    Vit rista tey og hoppa so uppfrá

    Vit gera klovnafimleik og rista høvdunum
    Vit rista høvdunum
    Vit rista høvdunum
    Vit gera klovnafimleik og rista høvdunum
    Vit rista tað og hoppa so uppfrá

    Vit gera klovnafimleik og strekkja kroppin
    Vit strekkja kroppin
    Vit strekkja kroppin
    Vit gera klovnafimleik og strekkja kroppin
    Vit strekkja hann og hoppa so uppfrá

    Vit dansa nú runt og klappa hendurnar
    Vit klappa hendurnar
    Vit klappa hendurnar
    Vit dansa nú runt og klappa hendurnar
    Vit klappa og so hoppa vit uppfrá

    Vit gera klovnafimleik og hoppa høgt
    Vit hoppa høgt
    Vit hoppa høgt
    Vit gera klovnafimleik og hoppa høgt
    Vit hoppa, hoppa, hoppa so uppfrá
    Hurrá!

    HF er mítt

    Heri Nolsøe
    Orð og lag: Heri Nolsøe
    Viðmerking: Yrktur til Havnar Fimleikafelag í 2008.

    Glitrandi draktir í dandandi rørslum,
    Sveittandi perlur í alheimsins høll,
    Trína nú fram móti hæddunum høgum,
    Yndislig rørslan, sum tú sært.

    Renna so lættar á tá eftir gólvi,
    Lyftar og lættar eitt súðandi fok,
    Eygnabrá stálsett í tign er til staðar,
    Glæman í eygunum nú skein.

    HF er HF – í fagrasta blóma
    HF er mítt – tað er títt.
    HF mítt HF – í ljósinum bjarta,
    HF er perlan, sum tú sært.

    Sveittandi holdið við glinsandi kjálkum,
    Benda sær afturá – sveiggjandi lætt,
    Liva og tiva og smílast í møði,
    Dæmið og bráið tað er bjart.

    HF er HF – í fagrasta blóma
    HF er mítt – tað er títt.
    HF mítt HF – í ljósinum bjarta,
    HF er perlan, sum tú sært.

    HF – mítt HF, tú gevur mær megi,
    Fimleikalandslagið lyftir á tind,
    Berast vit fram móti gulli í gleði,
    Svalandi eydnusom er mynd.

    HF er HF – í fagrasta blóma
    HF er mítt – tað er títt.
    :: HF mítt HF – í ljósinum bjarta,
    HF er perlan, sum tú sært. ::

    Eitt bros

    Heri Nolsøe
    Orð og lag: Heri Nolsøe
    Viðmerking: Yrktur í 2006.

    Eitt bros – um varrarnar, sum lýsir upp títt yndi,
    so lætt – tú sveimar fram á leið.
    Hvørt lop – hvør rørsla – førir teg mót høgum tindi,
    so spelkin tú á trónu steig.

    Ein mynd, sum speglar føgru rørslumynstur tíni,
    títt sveiggj – sum kom úr innstu sál.
    Hvør spong – er spent – tú hyggur – fangar eygu míni,
    so ronk – í barminum eitt bál.

    So fim og løtt – tit vísa tykkar dygd,
    vit eru har og hyggja eftir tær.

    Við kraft – tú loypir – snarar sum ein hvirluvindur,
    so lætt – sum fuglur fer í ský.
    Í stórum kraftarmiklum lopum rúnarbindur,
    í kátum rørslum smílist blíð.

    So fim og løtt – á veingjum liðið var,
    vit eru har – við gleði stuðla tær.

    Títt stev – er frítt og lætt – og ber mær sólarloga,
    títt lop – í javnvág, snøgt og greitt.
    Í ringum – armar, handakreftur tínar, toga,
    títt stríð mót sigri hevur leitt.

    So fim og løtt – tit sveima lætt á tá,
    við mjúkum fetum – vakurt yvirbrá.

    Flikk flakk – sum aldurnar, ið skola móti landi,
    so fræls – og fríð á bylgju reið,
    tú titar kurlandi og tendrar bjørtum brandi
    og strembar fram á sigursleið.

    So fim og løtt – tit standa lið um lið,
    ein litrík fjøld – tit skora tykkar stig.

    So fim og løtt – tit standa lið um lið,
    ein litrík fjøld – HF skorar stig.

    HF Sangurin

    Orð og lag: Kári Jacobsen
    Viðmerking: Yrktur í 2009.

    Í sveittabroti verður vant,
    og slóðað nýggjar gøtur.
    Her í HF hava vit
    okkar’ stoltu røtur.
    Mangan hevur sigurin
    verið okkum søtur.
    Men sigur ella ei:
    Vit hava nógvar góðar løtur.

    Reytt, blátt, hvítt
    tað er felag mítt.
    Í álvara og gaman,
    standa vit saman
    í HF búnunum.

    Børn og vaksin, stór og smá,
    bæði menn og kvinnur.
    Frøðast saman hvørjaferð,
    at onkur okkar’ vinnur.
    Felagið nú hevur lagt
    hundrað ár aftur um bak.
    Men gamla HF fer at liva
    minst eina øld afturat.

    Reytt, blátt, hvítt…

    Vit kempa okkum til sigurin,
    hvør í sínum lag’.
    Við virðing fyri øðrum,
    og hjartað á røttum stað’.

    Reytt, blátt, hvítt…