Tillukku

    Orð: Fróði Vestergaard og Barbara á Tjaldrafløtti
    Lag: Fróði Vestergaard

    Tillukku, tillukku, tillukku
    tú tú hevur føðingardag
    tú gleðist um nýsprotna árið
    vit fagna tær saman ídag.

    Tó meðan eg frøist børn gráta
    um heimin sum aftur tey sveik
    og mammur um pápar tey spyrjandi spurdu
    uttan at fáa nakað svar.

    Tilukku, tillukku, tillukku
    tey kundu ei siga í dag
    har fólk fyri orð sita revsað
    bert tankarnir flýggja avstað,

    men høvdu vit øll kunnað fegnast
    og ynskt hvørjum øðrum hvønn dag
    so tóku vit hendur saman um heimin
    og dansaðu til hetta lag.

    Tillukku, tillukku, tillukku
    øll hava føðingardag
    vit gleðast um nýsprotna árið
    saman vit eiga ein dag

    “Øll halda føðingardag,
    saman vit eiga ein dag”.

    Tillukku í dag

    Orð og lag: Heri Nolsøe

    Við borðið tey sita so góð har á rað,
    tey tosa og veipa og syngja so glað,
    og fáa sær køkur og drekka kaka,
    hey, og rópa so hart øll hurra.

    Tey hoppa og dansa, renna og flenna,
    tillukku, tillukku í dag.
    Tey spæla og mala, brosa og tosa,
    tillukku, tillukku í dag.

    Á lagkøku brenna nú ljósini fitt,
    við borðið har sita Anna og Britt,
    og Jógvan og Hanus og Óli Johann,
    síðsta ljósið mót fløtanum brann.

    Tey hoppa og dansa, renna og flenna,
    tillukku, tillukku í dag.
    Tey spæla og mala, brosa og tosa,
    tillukku, tillukku í dag.

    Tey zappa og sjappa, klappa og rappa,
    tillukku, tillukku í dag.
    Tey zappa og sjappa, klappa og rappa,
    tillukku, tillukku í dag.

    Tillukku frá mær

    Orð og lag: Martin Joensen

    Tillukku, tillukku, tillukku frá mær!
    Tillukku, tillukku, tillukku frá mær!
    Nú ert tú eitt ár
    størri enn í gjár!
    Tillukku, tillukku, tillukku frá mær!

    Nú ynskja vit øll at tær væl ganga skal,
    so eta vit køku og spæla eitt spæl,
    tí tú ert eitt ár
    størri enn í gjár!
    Tillukku, tillukku, tillukku frá mær!

    Tá klokkan er hundrað, so fara vit heim.
    Tá hava vit havt bæði gleði og gleim!
    – tí tú ert eitt ár
    størri enn í gjár!
    Tillukku, tillukku, tillukku frá mær!