Til at ganga eftir

    Orð: Hans Michael Jacobsen
    Lag: Jeg vil sjunge om en helt
    Viðmerking: Yrktur til 50 ára minnisrit Klaksvíkar Ítróttarfelags.

    1. Ítróttin so íðkast skal,
    at vit limir venja væl,
    so vit fótafim og lætt
    ganga bæði bratt og slætt.

    2. Ítrótt er tí bert ei spæl,
    kroppin skal hon venja væl,
    so hann sterkur vera má,
    vakur til at líta á.

    3. Gaman tykir okkum tað,
    tá vit fró og hjartaglað
    ganga kunnu reystliga,
    leika kunnu treystliga.

    4. Vit tí fús og hugagóð
    vilja bæði glað og fró
    kroppin okkum venja her,
    tað okkum gagnligt er.

    Tá vit hittast við vøllin

    Tað er sunnudagur og øll hava frí
    fótbóltsdystur er og klokkan hon er trý
    vit fara niðan á vøllin, øll eru glað
    vóna at KÍ vinnur í dag

    Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð
    tá standa øll saman og rópa á KÍ

    Eg finni mær eitt pláss so eg kann fylgja við
    rópi og skráli á KÍ mítt lið
    og meðan sólin skínur á okkar’ vakra bý
    rópa øll í felag koyrið á KÍ

    Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð
    tá standa øll saman og rópa á KÍ

    Hygga síggj nú fekk KÍ aftur eitt mál
    tað gleðir mítt hjarta og mína sál
    tað gott er at síggja at øll eru glað
    nú vóna vit at vinna hetta fleiri ferð á rað

    í trýssjunum vóru KÍ altíð best
    og vit hava vunnið FM heiti flest
    gott er at vita at ungir taka við
    sum stríðast sum úlvar fyri síni lið

    Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð
    tá standa øll saman og rópa á KÍ

    Dómarin bríkslar, dystur lokin er
    mannahópur stórur inn á vøllin fer
    at heiðra okkar’ unga, góða lið
    sum enn einaferð hevur fingið tvinni stig

    Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð
    tá standa øll saman og rópa á KÍ

    ÍF, vit rópa ÍF

    Orð: Sámal Matras Kristiansen
    Lag: Regin Toftegaard og Eyðun Larsen

    Nú syngja vit aftur her í kór.
    Hjørtuni reyð. ÍF er liðið, vit elska.
    Altíð er hendan løtan stór.
    Saman vit minnast tað, ið fór.
    ÍF, vit rópa ÍF hvønn dag.
    ÍF, vit syngja øll tað sama lag.
    Róp og skrál, geva lív og sál.
    Skora mál, mál, mál, á rað.

    ÍF – tú vilt altíð vera fyrst.
    Standa vit saman, so skulu vit vinna.
    Ár eftir ár, dyst eftir dyst
    saman vit skapa fótbóltslist.

    ÍF, vit rópa ÍF hvønn dag.
    ÍF, vit syngja øll tað sama lag.
    Róp og skrál, geva lív og sál.
    Skora mál, mál, mál, á rað.

    Ringar tíðir,
    men vit vinna gjøgnum alt,
    tí vit hava
    hetta liðið valt.

    ÍF, vit rópa ÍF hvønn dag.
    ÍF, vit syngja øll tað sama lag.
    Róp og skrál, geva lív og sál.
    Skora mál, mál, mál, á rað.

    HB mítt lið

    Orð og lag: Petur Háberg Jacobsen

    1. Ringt er at sita í frið
    Her er mítt oddalið
    Mongu skotini vart
    Stríðast fyri flaggi reytt og svart
    Men tá so ferðin økist reisist eg
    Einki tá kann sissa meg
    Í Gundadali standa eg og tú
    Kom so HB koyr á nú

    Niðurlag: Vit eru HB – HB mítt lið
    Sum vit halda við
    Í Gundadali gleðast eg kann
    Tí eg eri HB FAN

    2. Hálvrunninn dysturin er
    Nærkast ein sigur nú her ?
    Sólin hon skínur í Havn
    Gullið glytrar frammanfyri stavn
    Men tá so ferðin økist reisist eg
    Einki tá kann sissa meg
    Í Gundadali standa eg og tú
    Kom so HB koyr á nú

    Her er stuttligt

    Orð: Vera Bjørgvin
    Lag: Terji Rasmussen

    Kom við mær til fótbólt
    kom rópi á várt lið
    Vit mugu halda saman
    og vísa góðan sið
    Tá fjøldin saman stendur sterk
    vit styrkja okkara lið
    so komi øll og rópi hetta við:

    Her er tað stuttligt
    Her er tað gott
    B36 spælir so flott, flott, flott!
    Hey hey hey!

    Øll konufólkahjørtu
    pipra títt avstað
    Tá liðið fer á vøllin
    tær syngja sama lag
    Kom nú sjeikar
    vísu tykkara yvir lekru bein
    so skulu vit nokk hjálpa tykkum heim

    Her er tað stuttligt…

    Hoyr fólki fjølment rópa
    tá sparka er í mál
    Og dysturin er lokin
    tá syngur hvør ein sál
    B36
    vit elska tykkum yvir alt
    tað hava vit so ofta tykkum sagt
    Her er tað stuttligt…

    Í Gundadali

    Terji Rasmussen
    Orð og lag: Terji Rasmussen

    Vakni úr mínum rúsi
    frá degnum í gjár
    Uttan Treo við brúsi
    ei fái lekt mítt sár

    Men tað finnist tó ein uggi
    ið hjálpir mær á leið
    Tá eg til liðið fríggið
    og fjøldin rópar breið

    //:// B36 hey hey
    B36 hey //://

    Posin undir læri
    og vinmenn undir lið
    Eg inn í spæli fari
    alt annað gloyma vil

    Vit eldførini løddu
    høvdu turriklæði við
    Við keppinum á høvdi
    vit rópti á várt lið

    //:// B36 hey hey
    B36 hey //://

    Na na na…

    //:// B36 hey hey
    B36 hey //://

    Altíð best

    Orð og lag: Grandmas Basement

    Vit fylgja tykkum sjálvt um tað er kalt,
    tá vit eru á vølli, tá vinna vit alt.
    KÍ vit vilja, at tit allir koyra
    til teir ikki orka meira.

    Vit eru nummar eitt,
    vit skulu vera við,
    har vit rópa á okkara lið.

    Bláa Bylgjan skal altíð vera best,
    KÍ hevur vunnið dystir flest.
    Viðhaldsfólkið drívið eisini á
    tí KÍ hevur aftur skorað.

    Skjótt vit aftur á toppin skulu náa,
    standa vit saman tá stigini vit fáa.
    Á vølli vit eiga heimsins besta lið,
    stoltleikan eingin kann metast við.

    So koyr á mínir dreingir

    Heri Nolsøe
    Orð og lag: Heri Nolsøe
    Viðmerking: Yrktur 25. oktober 2014.

    Vit eiga hetta felag,
    Og vit elska okkar’ lið,
    Koyr á HB taklið verjið,
    altíð vinna flestu stig.

    So koyr á mínir dreingir
    og hjarta bankar títt
    og HB-skýlið kókar,
    jú – HB tað er mítt.

    Og vit kempa gjøgnum árið
    og vit vinna flestu stig
    og við reyðum svørtum hári,
    Vit standa lið við lið.

    So koyr á mínir dreingir
    og hjarta bankar títt
    og HB-skýlið kókar,
    jú – HB tað er mítt.

    Leika úti ella heima,
    líkamikið hvar tað er.
    Taka mótstøðu á bóli,
    uttan mun til hvør tað er.

    So koyr á mínir dreingir
    og hjarta bankar títt
    og HB-skýlið kókar,
    jú – HB tað er mítt.

    Og viljin hvessir vøddar,
    allir gera sína plikt.
    Vit í Gundadali gleðast,
    HB vinnur sera trygt.

    :: So koyr á mínir dreingir
    og hjarta bankar títt
    og HB-skýlið kókar,
    jú – HB tað er mítt. ::

    Aftur á tindin

    Orð og lag: Heri Nolsøe

    Einki er sum at koma á tindin,
    fagnarrómur hin gyltasta dag,
    merkja sólina og mjúka vindin,
    góðar kenslur og brúsandi lag.

    Og í húnarhátt reyð svarta merkið, bleiktrar bjart –
    henda vónríka dag. Altíð fremst skulu vísa í verki,
    FM met – syngur HB-fjøld glað.

    Viljin fremst er hjá HB at vinna,
    eingin mótstøða fær okkum bast.
    Rimmarmanning – mítt HB lið stinna,
    vinnarviljin í eygunum sæst.

    Og í húnarhátt reyð svarta merkið…

    Aftur hava vit rokkið á tindin,
    hava kyst sjálvan toppin í dag.
    HB – fjøldin er eyðkendað myndin,
    Gundadalur er vinnara stað.

    Og í húnarhátt reyð svarta merkið…

    Havnar Bóltfelag eigur nú dagin,
    Reytt og svart bylgist í míni sál,
    vunni gullið til høvuðsstaðin,
    FM dreymurin komin á mál.

    ::Og í húnarhátt reyð svarta merkið…

    Koyrið á mínir landsmenn

    Heri Nolsøe
    Orð og lag: Heri Nolsøe
    Viðmerking: Yrktur 5. august 2011 og gjørdist nummar 2 í sangskrivarakapping hjá FSF.

    Kom fylgist – mínir vinir,
    vit fara øll avstað,
    vit stuðla okkar’ landi
    og syngja okkar’ lag.
    Nú ljóshavið er tendrað
    og fullsett er um vøll,
    og tjóðsangurin rungar
    og rætt vit standa øll.

    Koyrið á mínir landsmenn,
    Koyr á Føroyar – koyrið á,
    vit eiga hendan dagin
    koyr á – koyr á.

    Her Merkið vakurt bleiktrar,
    og rópini so hvøll,
    í viðráki vit gleðast,
    tað suðar kring um vøll.
    Tit stríðast gjøgnum dystin,
    tit strúka skjótt avstað,
    tit stremba kring um vøllin,
    tit kempa hendan dag.

    Koyrið á mínir landsmenn,
    Koyr á Føroyar – koyrið á,
    vit eiga hendan dagin,
    koyr á – koyr á.

    Vit leika í Europa,
    vit vitja býir kring,
    vit stuðla tað vit megna,
    kom við avstað og syng.
    Tit vísa hvat tit duga,
    og sveittin spríkir fram,
    við Føroyum fremst í huga,
    tit stríðast dyst á tamb.

    Koyrið á mínir landsmenn…
    Koyr á Føroyar – koyrið á
    vit eiga hendan dagin
    koyr á – koyr á.

    Koyrið á mínir landsmenn…