Babba

    Orð og lag: Eyðbjørn Jacobsen

    Babba, ja babba,
    sig mær eina søgu
    Mamma, ja mamma,
    syng so fyri mær,
    um mínar tær,
    og hann, sum sær.

    Tá dreingirnir arga meg
    og gentir gera fortreð
    Sólin tykist alt ov heit
    Regnið alt ov vátt
    Í mínum lummum finni eg
    onki, ið kann ugga meg
    Tá er tað eg hugsi um teg

    Sólin handan skýggið fer,
    skuggar fjala meg,
    Alt, sum tyktist bjart og blátt,
    er nú myrkagrátt
    Í mínum hjarta finni eg,
    vinin, ið kann lýsa veg,
    hann meg leiðir á seg.

    Ljósið svinnur

    Orð: Ellen Gøtzsche
    Lag: Jógvan á Lakjuni
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Ljósið svinnur yvir fjøll og fløtur,
    náttin breiðist yvir hav og lond;
    ljósins barn! Ein hvíldartími søtur
    bíðar tær í lívd av Harrans hond.

    2. Glaður tú til hvíld teg leggur niður,
    troyttur eftir dagsins verk og stríð;
    runt um teg og títt er Harrans friður,
    trygt tú sovnar Jesu favni í.

    3. Ei kann ónt í náttini tær náa,
    undir krossinum er lívd og skjól;
    har sum Jesus og hans friður ráða,
    finna ongar illar maktir ból.

    4. Skuldi tú so, áðrenn lýsir dagur,
    komið í hitt síðsta tunga stríð,
    ja, so opnast jú hin gylti staður,
    og tað verður ljós á kvøldartíð!

    Sov mín søti skattur

    Orð: Alexandur Kristiansen
    Lag: Carl Mortensen

    Sov mín søti skattur,
    lat eygu tíni aftur,
    ligg so stillur, sovna brátt,
    droyma skalt tú blítt í nátt.
    Sov mín søti skattur.

    Sov mín søti skattur,
    lat eygu tíni aftur.
    Lítla lambið svevur nú,
    liggur mett og fjálgt sum tú.
    Sov mín søti skattur.

    Sov mín søti skattur,
    lat eygu tíni aftur.
    Mánin blíður himni á,
    signar tíni eygu tvá.
    Sov mín søti skattur.

    Sov mín søti skattur,
    lat eygu tíni aftur.
    Sovna brátt, o kvika tær
    inn í dreymaríkið far.
    Sov mín søti skattur.

    Blunda, blunda, lítli mín

    Orð: Annika Hoydal
    Lag: Trad.

    Mánin skínir á okkar’ jørð
    melur í kring, so vit verða ør.
    Sov í frið undir mammulið
    Nema teg dreymaeinglar.

    Blunda, blunda, lítli mín
    Blunda, blunda, lítla mín.
    Sov í frið undir mammulið.
    Nema teg dreymaeinglar.

    Hygg nú handan hasi hús
    titar fram ein lítil mús.
    Sov í frið undir mammulið.
    Nema teg dreymaeinglar.

    Stóra rossið, tað er svart
    áh, sum faksið skínur bjart.
    Sov í frið undir mammulið.
    Nema teg dreymaeinglar.

    Sást tú handa rottukatt
    streyk framvið so tætt, so tætt.
    Sov í frið undir mammulið.
    Nema teg dreymaeinglar.

    Dagur er komin at halla

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Dagur er komin at halla
    Børn fara náttklæði í
    Hvør skal barnið balla
    Nú skýmir um land og bý

    Nú munnu fuglarnir hvíla
    Sum sungu um heiðar og ong
    Nú er kvøld og síðla
    Og børnini fara í song

    Morgunsólin tær kínir
    Tín dagur er leikur og gleim
    Kvøldarstundin tín er
    Náttin er dreymanna heim

    Ein ferð gjøgnum dagar og nætur
    Ein ferð gjøgnum barnanna ár
    Ein ferð gjøgnum lívsins gátur
    Ein ferð gjøgnum vind og vár

    Sólstrálan

    Orð og lag: Bárður á Lakjuni
    Viðmerking: Yrktur á vári í 2008.

    Tú ert ein sólstrála,
    tú gevur gleði, lív.
    Ein gáva, send av Himli,
    so frísklig, fitt og fríð.
    Tú ert ein sólstrála,
    fjálgar og lívgar meg,
    gevur mær djúpar kærleikskenslur,
    lívsgleði og vón.

    Nú dagur dimmist, sova summardáar.
    Eg biði, Gud má varða føtur smáar.

    Tú ert ein sólstrála,
    tú gevur gleði, lív.
    Ein gáva, send av Himli,
    so frísklig, fitt og fríð.

    Nú dagur dimmist, svevur sólin bjarta.
    Eg biði, Gud má varða lítla hjartað.

    Tú ert ein sólstrála,
    tú gevur gleði, lív.
    Ein gáva, send av Himli,
    so frísklig, fitt og fríð.
    Ja, tú ert ein sólstrála,
    fjálgar og lívgar meg,
    gevur mær djúpar kærleikskenslur,
    lívsgleði og vón.

    Tú ert ein sólstrála.

    Kvøldbøn

    Jógvan á Lakjuni
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Jógvan á Lakjuni í 1982

    1. Nú er dagurin at enda,
    Faðir mín, eg biði teg,
    at tú vilt ein eingil senda,
    sum í svøvn skal rura meg.

    2. Móðir segði, at tú vildi
    senda hvørjum barni sín;
    góði, kæri Faðir mildi,
    gloym so ikki eingil mín.

    3. Tendrað er tín klára lampa,
    ið skal brenna alla nátt,
    bjartar tínar stjørnur glampa,
    væl eg vildi eina átt.

    4. Sólarkringin, gylta, reyða,
    lat meg fáa hann frá tær.
    Góði Faðir, signa eyga,
    signa bróst og varrar mær.

    5. Alt tú eigur, tú ert góður,
    tað er fjálgt við tína lið.
    Signa faðir, signa móður,
    signa míni systkin við.

    6. Gev so øllum mat í kova,
    tak tey sjúku upp til tín,
    legg tey vekraðu at sova.
    Gloym nú ikki eingil mín.

    Fyri dagin, Gud, sum farin er, eg sigi takk

    Orð og lag: Arnold Børud
    Týtt: Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: Aftenbønn

    1. Fyri dagin, Gud, sum farin er, eg sigi takk,
    og takk, at væl tú vardi meg.
    Tú í øllum vart mær nær, til sól í vestri sakk.

    2. Fyri øllum børnum, Gud, á jørð eg biðja má,
    áh, hjálp tú teim í trongd og neyð;
    lat tín verndareingil varða bæði stór og smá.

    3. Takk, at eg kann vita, at tú altíð varðar meg;
    takk fyri, at tú ert mítt skjól.
    Fyri stóra kærleik tín og góðsku takki eg.

    Blunda mítt barn

    Orð: Jóan Petur Andreasen
    Lag: Nicolina Jacobsen

    Blunda mítt barn, far í dreymanna verð
    sveimar tú tá út á stjørnulandsferð.
    Blómandi dalar tú fyri tær sær,
    dreymur er blóma, sum veksir í tær.

    Sóljan ið sprettur er vinurin tín,
    lyngurin, græsið er títt summarlín.
    Summardá angi fær sólina nær.
    Dreymur er blóma, sum veksir í tær.

    Dreymaferð, dreymaverð
    veksir har tú er.
    Og tá tú vaknar smílandi,
    tá veit eg at tú vil:
    Siga frá ferð tíni úti í verð,
    dreymurin vakur sum blómurnar er,
    Trúgv tín á dreymar er als ikki fjar,
    – dreymur er blóma, sum veksir í tær.