HB mítt lið

    Orð og lag: Petur Háberg Jacobsen

    1. Ringt er at sita í frið
    Her er mítt oddalið
    Mongu skotini vart
    Stríðast fyri flaggi reytt og svart
    Men tá so ferðin økist reisist eg
    Einki tá kann sissa meg
    Í Gundadali standa eg og tú
    Kom so HB koyr á nú

    Niðurlag: Vit eru HB – HB mítt lið
    Sum vit halda við
    Í Gundadali gleðast eg kann
    Tí eg eri HB FAN

    2. Hálvrunninn dysturin er
    Nærkast ein sigur nú her ?
    Sólin hon skínur í Havn
    Gullið glytrar frammanfyri stavn
    Men tá so ferðin økist reisist eg
    Einki tá kann sissa meg
    Í Gundadali standa eg og tú
    Kom so HB koyr á nú

    So koyr á mínir dreingir

    Heri Nolsøe
    Orð og lag: Heri Nolsøe
    Viðmerking: Yrktur 25. oktober 2014.

    Vit eiga hetta felag,
    Og vit elska okkar’ lið,
    Koyr á HB taklið verjið,
    altíð vinna flestu stig.

    So koyr á mínir dreingir
    og hjarta bankar títt
    og HB-skýlið kókar,
    jú – HB tað er mítt.

    Og vit kempa gjøgnum árið
    og vit vinna flestu stig
    og við reyðum svørtum hári,
    Vit standa lið við lið.

    So koyr á mínir dreingir
    og hjarta bankar títt
    og HB-skýlið kókar,
    jú – HB tað er mítt.

    Leika úti ella heima,
    líkamikið hvar tað er.
    Taka mótstøðu á bóli,
    uttan mun til hvør tað er.

    So koyr á mínir dreingir
    og hjarta bankar títt
    og HB-skýlið kókar,
    jú – HB tað er mítt.

    Og viljin hvessir vøddar,
    allir gera sína plikt.
    Vit í Gundadali gleðast,
    HB vinnur sera trygt.

    :: So koyr á mínir dreingir
    og hjarta bankar títt
    og HB-skýlið kókar,
    jú – HB tað er mítt. ::

    Aftur á tindin

    Orð og lag: Heri Nolsøe

    Einki er sum at koma á tindin,
    fagnarrómur hin gyltasta dag,
    merkja sólina og mjúka vindin,
    góðar kenslur og brúsandi lag.

    Og í húnarhátt reyð svarta merkið, bleiktrar bjart –
    henda vónríka dag. Altíð fremst skulu vísa í verki,
    FM met – syngur HB-fjøld glað.

    Viljin fremst er hjá HB at vinna,
    eingin mótstøða fær okkum bast.
    Rimmarmanning – mítt HB lið stinna,
    vinnarviljin í eygunum sæst.

    Og í húnarhátt reyð svarta merkið…

    Aftur hava vit rokkið á tindin,
    hava kyst sjálvan toppin í dag.
    HB – fjøldin er eyðkendað myndin,
    Gundadalur er vinnara stað.

    Og í húnarhátt reyð svarta merkið…

    Havnar Bóltfelag eigur nú dagin,
    Reytt og svart bylgist í míni sál,
    vunni gullið til høvuðsstaðin,
    FM dreymurin komin á mál.

    ::Og í húnarhátt reyð svarta merkið…

    Vit náa málið

    Orð og lag: Heri Nolsøe
    Viðmerking: Yrktur í mai 2010.

    Vit náa málið,
    vit røkka tað,
    vit raka dagin,
    vit megna tað.

    Skjóta vit bóltin,
    í meskarnar inn,
    fjøldin hon rópar,
    “come on” HB vinn.

    Vit náa málið,
    vit røkka tað,
    vit raka dagin,
    vit megna tað.

    Leika vit miðvíst,
    leika vit rætt,
    renna og skora,
    leikandi lætt.

    Vit náa málið,
    vit røkka tað,
    vit raka dagin,
    vit megna tað.

    Stríðast í felag,
    vinna vit stig,
    bleiktrar á tindum,
    mítt HB lið.

    Vit náa málið
    vit røkka tað,
    :: vit raka dagin,
    vit megna tað ::.

    Stríðast í felag,
    vinna vit stig,
    bleiktrar á tindum,
    mítt HB lið.

    Vit náa málið…

    HB gull

    Heri Nolsøe
    Orð og lag: Heri Nolsøe
    Viðmerking: Yrktur í 2009.

    Stríðast teir í miklum dystum, ja
    vinna hini liðini á rað,
    bresta saman, gella dundurskot,
    yvir landið streymar HB-lot.

    Gull í Havnini nú skínur bjart,
    bleiktra okkar’ HB litir skært.
    Gyltan dag,
    Heiðursmerkið á rað,
    Kappakvæðini øll tú kvað.

    Gullið inn um stokkin hálað er,
    skelvir HB-húsið – FM her,
    dandar fjøldin glað og brølar – hey,
    nú tá HB uppá tindin fleyg.

    Gull í Gundadali skínur bjart,
    bleiktra okkar’ HB litir skært,
    Gyltan dag,
    Heiðursmerkið á rað,
    Kappakvæðini øll tú kvað.

    HB oddalið í langa tíð,
    smílist fótbóltslagnan findarblíð,
    gullið komið er í HB-hús,
    heiðra liðið her – vit eru fús.

    Gull í Gundadali skínur bjart,
    bleiktra okkar’ HB litir skært.
    ::Gyltan dag,
    Heiðursmerkið á rað,
    Kappakvæðini øll tú kvað.::

    Mong ár afturat

    Heri Nolsøe
    Orð og lag: Heri Nolsøe

    HB er mítt fótbóltslið,
    sum eg nú haldi við,
    teir stimbra góðan fótbóltssið,
    teir vinna dystarstig.

    Um nógv nógv ár teir kempa enn,
    í stríði vísa tenn,
    og viðhaldsfólk tey hyggja at,
    í mong mong ár afturat.

    Í Gundadali hyggi eg,
    tað sæst, teir kýta seg,
    í miklum rómi armar hátt
    á veg um vinnargátt.

    Um nógv nógv ár teir kempa enn,
    í stríði vísa tenn,
    og viðhaldsfólk tey hyggja at,
    í mong mong ár afturat.

    Saman vit nú standa,
    felagskenslan heit,
    taka saman lógvatak,
    um tað ímóti rak.

    Tá sigurin í eygsjón er,
    mót enda dystur ber,
    øll gleðast um eitt megnarverk,
    og fjøldin stendur sterk.

    Um nógv nógv ár teir kempa enn,
    í stríði vísa tenn,
    og viðhaldsfólk tey hyggja at,
    í mong mong ár afturat.

    Saman vit nú standa,
    felagskenslan heit,
    taka saman lógvatak,
    um tað ímóti rak.

    HB okkar’ fótbóltslið,
    sum vit øll halda við,
    teir stimbra góðan fótbóltssið,
    teir vinna dystarstig.

    Um nógv nógv ár teir kempa enn,
    í stríði vísa tenn,
    og viðhaldsfólk tey hyggja at,
    í mong mong ár afturat.

    :: Saman vit nú standa,
    felagskenslan heit,
    taka saman lógvatak,
    um tað ímóti rak. ::

    HB eiga vit

    Orð og lag: Heri Nolsøe

    Merkið veittrar nú á stong,
    syngja felagnum ein song,
    koyr á HB rópa vit nú mong.
    Hetta liðið tað er mítt,
    hetta liðið tað er títt,
    í Gundadali veittrar Merkið frítt.

    HB eiga vit nú øll,
    aldan bylgist kring um vøll,
    hoyrast rópini um fjøll.
    Liðið eiga vit nú øll,
    aldan bylgist kring um vøll,
    hoyrist rómurin um dal’ og fjøll.

    HB koyrið á og vinn,
    gevið alt og standið stinn,
    bylgjast kenslur fylla nú mítt sinn.
    Væntast avrik, væntast stríð,
    lagnan skjótt kann gerast blíð,
    inn um sigurshurðina nú stíg.

    HB eiga vit nú øll,
    aldan bylgist kring um vøll,
    hoyrast rópini um fjøll.
    Liðið eiga vit nú øll,
    aldan bylgist kring um vøll,
    hoyrist rómurin um dal’ og fjøll.

    Viðhaldsklapp her skola inn,
    kom nú HB kom og vinn,
    fremjið roysnið kvinnur eins og menn.
    Rennur heitt várt hjartablóð,
    vísið dirvið, vísið ró,
    verjið borg um tað so hart á stóð.

    :: HB eiga vit nú øll,
    aldan bylgist kring um vøll,
    hoyrast rópini um fjøll.
    Liðið eiga vit nú øll,
    aldan bylgist kring um vøll,
    hoyrist rómurin um dal’ og fjøll. ::

    HB er mítt havnarlið

    Orð og lag: Heri Nolsøe

    Fest og litir flamma upp,
    á vølli gera kupp,
    reytt og svart er litað hár,
    her fella gleðistár.

    HB er mítt havnarlið,
    sum eg nú haldi við.
    Í bjørtum litum stríðast teir,
    teir skora meir og meir.

    Bjartar vónir fløva sál,
    her kyknar sigursbál,
    í hørðum leiki loypa á,
    teir draga longsta strá.

    HB er mítt fótbóltslið,
    sum eg nú haldi við.
    Í bjørtum litum stríðast teir,
    teir skora meir og meir.

    Floymir rómur móti tær,
    nú tað mót sigri bar,
    á vølli liðið spælir skjótt,
    í hjørtum kenst tað fløtt.

    HB er mítt havnarlið,
    sum eg nú haldi við.
    Í bjørtum litum stríðast teir,
    teir skora meir og meir.

    Fest og litir flamma upp
    á vølli gera kupp,
    reytt og svart er litað hár,
    her fella gleðistár.

    HB er mítt havnarlið,
    sum eg nú haldi við.
    Í bjørtum litum stríðast teir,
    teir skora meir og meir.

    HB er mítt fótbóltslið,
    sum eg nú haldi við.
    Í bjørtum litum stríðast teir,
    teir skora meir og meir.

    HB er mítt havnarlið…

    HB ‘fan’

    Orð og lag: Heri Nolsøe

    Eg eri HB ‘fan’
    mítt lið tað tíðum vann,
    eg vóni at teir klára tað,
    so spentur her eg siti
    og hyggi at,
    tann kenslan heldur ei uppat.

    Ein fragd tað er at síggja gott spæl,
    mín manning hon samvirkar væl,
    tá bólturin hann koyrir frá manni til manns,
    eg haldi so avgjørt vit hava ein kjans.

    Kom við í Gundadal
    til frálíkt fótbóltsspæl.
    kom stuðli viðhaldsliðnum væl,
    eg rópi her eg siti og hyggi at,
    eg kann als ikki halda uppat.

    Og onkuntíð teir verða dømdir off-side,
    eg rópi hart og støðan gerst heit,
    eg vóni at til sigurs tað fram eftir ber,
    at enda lið mítt á sigurskós er.

    Eg eri HB ‘fan’
    mítt lið tað tíðum vann,
    eg vóni at teir klára tað,
    so spentur her eg siti
    og hyggi at,
    tann kenslan heldur ei uppat.

    :: Eg eri HB ‘fan’
    mítt lið tað tíðum vann,
    eg vóni at teir klára tað,
    so spentur her eg siti
    og hyggi at,
    tann kenslan heldur ei uppat.::

    Skora eitt og tvey

    Heri Nolsøe
    Orð og lag: Heri Nolsøe

    Teir svørtu reyðu renna inn á vøll,
    rópini tey ljóða hart og hvøll,
    renna teir um kapp hoyrast viðhaldsklapp,
    inn um verjuna nú HB slapp.
    Skora eitt og tvey ella sjey,
    rópar fjøldin svørt og reyð,
    skora eitt og tvey, kanska skora sjey,
    ynskir fjøldin svørt og reyð.

    Dreymaliðið driblar skjótt við ferð,
    móti sigri tað nú aftur ber,
    tá teir skjóta mál hoyrist geyl og skrál,
    hava aftur gjørt eitt rimmar hál.
    Skora eitt og tvey ella sjey,
    rópar fjøldin svørt og reyð,
    skora eitt og tvey, kanska skora sjey,
    ynskir fjøldin svørt og reyð.

    Verjan stinn, hon stingur sum ein nál,
    verjir borg og er so sterk sum stál.
    Álop skorar skjótt, teir skora væl og trygt,
    HB-spælið frálíkt, tað er kvikt.
    Skora eitt og tvey ella sjey,
    rópar fjøldin svørt og reyð,
    skora eitt og tvey, kanska skora sjey,
    ynskir fjøldin svørt og reyð.

    Við fleiri málum sigur sligin fast,
    til Havnar fara allir nú við hast.
    HB-svørðið hvast á úrslitið tað sæst,
    sigursvón hjá mótparti hon brast.
    Skora eitt og tvey ella sjey,
    rópar fjøldin svørt og reyð,
    skora eitt og tvey, kanska skora sjey,
    ynskir fjøldin svørt og reyð.