Flytifuglar

    Orð: Heri Nolsøe
    Lag: Jógvan Olsen

    Summarið er burt,
    hvassir vindar strúka fram um vøll,
    leyvið fer av trøunum,
    nú heystið komið er.

    Fuglar flyta burt
    í onnur lond
    flyta avstað,
    leingjast eftir sól,
    vetrarluftin køvir alt,
    nú er vorðið myrkt og kalt.

    Men tá eg fyrst sá teg,
    sá eg logan bjarta.
    Og beint nú bylgist tú
    í míni sál.

    Goyma vit løturnar,
    tá ið landið lá í sól.
    Eiga vit dreymarnar
    aftur fuglur ger sær ból.

    Stjørnuklárt er kvøld,
    frostið klæðir kaldar greinar,
    ber tað móti nátt,
    á veg um vetrargátt.

    Fuglar flyta burt í onnur lond,
    flyta avstað, leingjast eftir sól,
    vetrarluftin køvir alt,
    nú er vorðið myrkt og kalt.

    Men tá eg fyrst sá teg,
    sá eg logan bjarta.
    Og beint nú bylgist tú
    í míni sál.

    Goyma vit løturnar,
    tá ið landið lá í sól.
    Eiga vit dreymarnar
    aftur fuglur ger sær ból.

    Men tá eg fyrst sá teg,
    sá eg logan bjarta.
    Og beint nú bylgist tú
    í mínum hjarta.

    Nú gulnar gras um heiðar

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Yrktur 26. oktober 2009

    Nú gulnar gras um heiðar,
    og blóman følnar fríð,
    so naknir standa teigar
    um mikkjalsmessutíð.

    Nú fuglur hann er flogin
    langt burt í onnur lond,
    og bleiki morgunroðin
    bert strýkur fjall og strond.

    So følna vit og fara,
    og lívið endar her,
    tí einki við kann vara,
    tað alt til grundar fer.

    Um tíðin títt man tita
    og stutt várt æviskeið,
    tó vit í trúnni vita,
    at Gud vár broytist ei.

    Tá vit frá foldum fara
    tað vára vón tí er,
    at lívið við skal vara
    í hini nýggju verð.

    Heystardagurin heiðursklári!

    Mikkjal á Ryggi
    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Regin Dahl

    1. Heystardagurin heiðursklári!
    – fagrari eingin er um árið.

    2. Sólin stavar so blíð at kenna,
    vil ei sum í summar brenna.

    3. Mild og mjúk um heiðar skínur,
    akur og elmu eymt hon kínir.

    4. Víkin blikar still sum sveiti;
    kálvar jótra í heimabeiti.

    5. Gulir akrar í loti veika
    smátt sum bygjur í logni leika.

    6. Bogna strá av búnum aksi,
    teigalendið so tætt er vaksið.

    7. Ung og gomul so kvikhent skera,
    legdir saman í bundi bera.

    8. Ripaðan hálm í hólgar binda,
    eld í sodnhúsmunnar kynda.

    9. Treskjuljóð úr geilum, sum um
    hestar trampa: trumtrum, trumtrum.

    10. Bogin maður á veltu stendur,
    hentar epli í svartar hendur.

    11. Rótakálið má longur bíða;
    nógv er at gera, og dagar líða,

    12. seyðbond at spinna, skøðir at raka,
    veðurlambsskurðin so at taka.

    13. Tá kunnu dreingir, fúsir í huga,
    royna, hvat leggir og lungu duga,

    14. renna um fjøll og reystar líðir; –
    herligar eru tær heystartíðir!

    Á hall nú árið komið er

    Orð: C.J. Boye
    Týtt: H.D. Petersen

    Á hall nú árið komið er,
    brátt oyðast ong og líð,
    so seint tú kemur, skjótt tú fer,
    tú stutta summartíð.

    Brátt stormur ber tey boð um land:
    Alt følnar, týnist her.
    Lat følna bert, eg kenna man
    ta troyst, av øllum ber!

    Lat sól enn stytta sína ferð,
    lat nátt bert vinna fram,
    Guðs veldisarmur sami er,
    hans eyga leið tó fann.

    Lat gulna bert hvørt blað um teig,
    lat følna hvørt eitt strá,
    Guðs kærleiki, tað svitast ei,
    umbroytist ikki svá!

    Eg veit, hvar gleðin heldur til,
    tá hvít gerst ong og líð;
    úr Betlehem tó sangur vil
    ei tagna nakra tíð.

    Eg veit, hvar vónin grøn man stá,
    tá alt er følnað her,
    tí krossurin á Golgata
    um ævir krúnu ber.

    Søkk undir mold og fúnar tá
    hvør blóma rað á rað,
    mín trúgv á hann varðveita má
    sítt fríska hjartablað.

    Eitt ævigt vár mær býður hann,
    um ódnin leikar hørð;
    tá Kristus deyðan yvirvann,
    spratt lív úr døkku jørð!