Til at ganga eftir

    Orð: Hans Michael Jacobsen
    Lag: Jeg vil sjunge om en helt
    Viðmerking: Yrktur til 50 ára minnisrit Klaksvíkar Ítróttarfelags.

    1. Ítróttin so íðkast skal,
    at vit limir venja væl,
    so vit fótafim og lætt
    ganga bæði bratt og slætt.

    2. Ítrótt er tí bert ei spæl,
    kroppin skal hon venja væl,
    so hann sterkur vera má,
    vakur til at líta á.

    3. Gaman tykir okkum tað,
    tá vit fró og hjartaglað
    ganga kunnu reystliga,
    leika kunnu treystliga.

    4. Vit tí fús og hugagóð
    vilja bæði glað og fró
    kroppin okkum venja her,
    tað okkum gagnligt er.

    Hvassi

    Lag: Over the mountains

    Her kemur Hvassi,
    fimm-mannafar.
    Tað eru brandar,
    sum rógva har

    Saman vit halda
    og rópa “set’ á”!
    Øllum vit rógva frá.

    Stokkarnir svartir,
    borðini reyð.
    Leikandi lættur,
    framá hann fleyg.
    Saman vit halda…

    Her kemur Hvassi,
    sigur í vón.
    Lættur sum falkur,
    sterkur sum ljón.

    Saman vit halda…