Nú megi mín og evni fjara

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Yrktur 15. mars 2009.

    Nú megi mín og evni fjara,
    og ellismerkt er likam mítt.
    Eg hugsi um tann stóra skara,
    sum hevur góða stríðið strítt.
    Foreldur, systkin, børn so smá,
    ið farin eru foldum frá.

    Við kærleiks bondum knýtt vit vóru,
    so minnisrík mong løtan var
    við tykkum, sum her undan fóru,
    tit vóru okkum dýrabar.
    Nú tóm mong smáttan er at sjá,
    og illgresi grør gøtum á.

    Lat saknin tó ei tyngja sinnið,
    og syrg ei, sál, her uttan vón.
    Men legg tær Harrans orð í minni,
    at birtast skal tann mikla sjón,
    tá Krist í skýnum er at sjá,
    og Guds børn upp frá deyða stá.

    Ta stund skal einki meir oss skilja,
    vit møta skulu øllum teim,
    sum gravarmyrkrið vildi hylja,
    tí tá vit komin eru heim
    at vera Harra várum hjá,
    sum her á jørð vit trúðu á.

    O, sæla stund! tá ið vit síggja
    tey kæru andlit himni á
    í Guds Jerúsalem tí nýggja,
    har aldri meir vit skiljast tá.
    Gud, troystið oss í teirri trúgv,
    at vit í himni eiga búgv.

    So troystarleyst tað er í eygum várum

    Orð: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Broyttur 11. juli 2007 (+ 6. ørindi).

    So troystarleyst tað er í eygum várum,
    tá vársins blóma følnar burt og doyr.
    Vit hvøkka við, tá fólk í ungum árum
    her láta lív, og til ei eru meir.

    Vit tómhent sita syrgjandi og spurin,
    vit fata ei og fáa einki svar,
    tá neyð og sorg seg troka inn um durin
    í hugnaliga barnaheim, ið var.

    Tá lívsins stormar leika í og skaka
    og hótta gleði, frið og vára trúgv,
    vit spyrja, hví oss hetta skuldi raka,
    og svára sorg hjá okkum festi búgv.

    Fall ei í fátt tú sorgartyngda hjarta!
    Tað er tó ein, sum aldri svíkur teg,
    tann Jesus, sum kann sjógv og stormar harta,
    – hjá syrgjandi hann sjálvur setur seg.

    Tann Jesus, sum á deyða sigrað hevur,
    hann sjálvur uppreisnin og lívð er,
    hann sigur: “Barnið ei er deytt, tað svevur!”
    hann sorgarbundnum hesa heilsan ber.

    So vónríkt er tað tí hjá oss at vita,
    at lívsins Harri goymir barnið sítt.
    Gud styrki tey, ið syrgin eftir sita
    í vón og trúgv, at Harrin alt ger nýtt!

    Eg eri ferðabúgvin

    Orð: Matthias Jochumsson
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur í juli 2002.

    1. Eg eri ferðabúgvin,
    mín bøn til tín og trúgvin
    er einkatilhald mítt,
    o, Gud, mín hjálp og styrki,
    eg stari beint í myrkrið,
    um mær ei lýsir ljósið títt.

    2. Tað bjarta ljós meg leiði
    og mínar gøtur greiði,
    um glatan grandar meg.
    Í logn og stormi stríða,
    um bø og brattar líðir
    – í Harrans hondum eri eg.

    3. Eg eri ferðabúgvin,
    mín bøn til tín og trúgvin
    er hjartans uggi mín,
    mín veiki vinaskari,
    eg veit, um burt eg fari,
    Gud leiða vil meg heim til sín.

    Um holdið liggur lágt

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Valdimar Briem
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur í 2004.

    Um holdið liggur lágt
    og læst í fjøtur,
    seg Andin hevjar hátt
    á himnagøtur.
    Hann fylgir Gudi
    upp á tindin bjarta,
    har frítt er nær og fjar,
    Guds undurdjúp har sær
    hitt reina hjartað.

    Her niðri er so lágt
    og ljósið fjarri,
    í trúarhædd er hátt
    og himin nærri.
    Har er so hátt,
    tí hvørvur alt hitt smáa,
    hitt lága firrast har,
    seg flytur aftur nær
    hitt halga, háa.

    Her út um djúpan dal
    er myrkrið svarta,
    og har um ljósan sal
    sær sólin bjarta.
    Har er so bjart,
    og náttin degnar,
    og út um kirkjugarð
    ígjøgnum tíð, ið var,
    tá eygað eygnar.

    O, her er strev og stríð
    ein stríður streymur,
    men har er tøgn so blíð
    sum søtur dreymur.
    Har er so stilt,
    at tíðin fjarar niður,
    Guds hjarta hoyrist slá,
    í hjarta mínum tá
    býr fragd og friður.

    Har tignartindi á
    eg tjald vil gera,
    har góðum Gudi hjá
    er gott at vera
    og umbroytast
    í føgrum búna klæddum,
    og bera ævigt skart
    og andlit sólarbjart
    á halgum hæddum.

    Eg fagurt skýggj skal sjá
    á deyðadegi,
    og reyst eg hoyri tá:
    ”Mín elskuligi”!
    Tá skyggir deyðans skýggj
    á lívsins blómu,
    meg eingin ótti slær,
    mær Jesus er tá nær
    í ljósins ljóma.