Veit, Jesus, mær

    Johan Christian Gebauer
    Orð: Jákup Dahl
    Lag: Johan Christian Gebauer (Drag, Jesus, meg)

    1. Veit, Jesus, mær
    eitt skjól hjá tær,
    hvar eingir stormar skaða;
    men har sál mín liva má
    sæla stund og glaða.

    2. Leið, Jesus, meg
    á fund við teg
    á hvørjum lívsins degi,
    so at sál mín kenna má
    tína kærleiks megi.

    3. Gev, Jesus, mær
    bert hvíld hjá tær,
    tá tungar gerast leiðir,
    at í hørðum lívsins stríð
    sál mín eydnu eigur.

    4. Statt mær við lið
    og veit mær frið,
    tá tungar byrðar níva;
    móti tí, ið nerva kann,
    væl tín hond skal líva.

    5. Brátt møðast bein,
    sárt sálarmein
    og syndaskaðar bløða;
    reinsa alt í tíni dýrd –
    miskunn tín kann grøða.

    6. Lær, Jesus, meg
    at elska teg
    av heilum huga mínum,
    so meg einki villa kann
    burt úr sporum tínum.

    7. Kenn, Jesus, mær
    at fylgja tær
    við treysti dagar allar,
    og ta stund, tá dagsett er,
    leið meg heim til hallar.

    Tú, Harri Krist

    Orð: H.C. Sthen
    Týtt: Edmund í Garði

    1. Tú, Harri Krist,
    mín frelsa vist
    og vón ert tú aleina;
    eg trúgvi tær,
    o, ver hjá mær
    hvørt fótafar
    við tínum orði reina!

    2. Tín náði blíð
    um alla tíð
    mín trygga grund skal vera;
    o, Jesus mín,
    for deyða tín
    mær miskunn sýn,
    lat synd mær einki gera!

    3. Er sorgin sár,
    og renna tár,
    tú ugga vilt og grøða;
    ei neyð er har,
    sum tú ert nær,
    ið frið oss bar
    og vil oss ævigt frøa.

    4. Eg hoyra vil
    tær, Jesus, til,
    tú, sum meg vinna vildi;
    kom, Harri, inn
    í sál og sinn
    og sigur vinn
    við tíni mekt og mildi!

    5. Tá veit eg vist,
    o, Jesus Krist,
    tú vilt ei frá mær fara;
    tú boðar frá:
    Meg kalla á,
    hjálp skalt tú fá,
    eg skal í neyð teg varða!

    6. Guð, gev oss so,
    við tíni boð
    vit liva okkum saman,
    at vit tær hjá
    av tíni náð
    frelst kunnu fá
    í himli gleði! Amen!

    Signaða navn, deyðkomnum sálum tú bjargar í havn

    Orð: Jóan Chr. Poulsen
    Lag: Sámal Petersen

    1. Signaða navn,
    deyðkomnum sálum tú bjargar í havn,
    náði tín lýsir sum alføgur sól,
    óttandi sálum teim veitir tú skjól;
    signaða navn,
    deyðkomnar sálir tú leiðir í havn!

    2. Signaða navn,
    útmøddar sálir tú tekur í favn,
    armur tín røkkur um oyggjar og lond,
    eingin kann ríva oss av tíni hond;
    signaða navn,
    útmøddar sálir tær søkja tín favn!

    3. Signaða navn,
    føðslu tú veitir til dúgvu og ravn,
    fjølbroytt er lívið á víðari fold,
    trásjúkt er sinnið, sum veikligt er hold;
    signaða navn,
    føðslu tú veitir til dúgvu og ravn!

    4. Signaða navn,
    ver mær tað stavnhald, eg leggi við stavn,
    fríð gerst tá ferðin um bylgjandi sjó,
    horvin er ótti við himnanna ló;
    signaða navn,
    tú ert tað stavnhald, eg leggi við stavn!

    O, Jesus, bróðir besti

    Orð: Páll Jónsson
    Lag: Andreas Peter Berggreen
    Týtt: Símun av Skarði
    Upprunaheiti: Ó, Jesús bróðir besti

    1. O, Jesus, bróðir besti
    og barnavinur mesti,
    tú breiði signing tína
    á barnalívstíð mína.

    2. Mær gott barn gev at vera
    og góðan ávøkst bera;
    halt frá mær alt hitt illa,
    so meg tað ei kann spilla.

    3. Lat starv mítt altíð vera
    tær lov og tøkk at bera,
    tín kærleik altíð goyma,
    lívsorðið aldri gloyma.

    4. Tín umsjón lívd mær gevi
    í lívsins øllum strevi;
    tín kærleikshond meg leiði
    og lívsins vegir greiði.

    5. Og styrk meg, barn títt veika,
    í ódnum, um meg leika;
    títt lívsins ljósið bjarta
    tá ljómi mær í hjarta.

    6. Við blíðum barnaorðum
    mín bøn fram veri borin:
    gev, gott barn títt eg verði
    og góðan ávøkst beri.

    Kæri Jesus, eg vil bíða

    Jóannes Patursson
    Orð: Jákup Dahl
    Lag: Niels Wilhelm Gade

    1. Kæri Jesus, eg vil bíða
    tína hjálp og miskunn her,
    meðan taldir dagar líða,
    meðan ymist leikur fer.

    2. Tíð mín er í tínum hondum,
    lagnu míni ræður tú,
    heldur meg við trygdarbondum
    tætt at tær í vón og trú.

    3. Tín er nátt, og tín er dagur,
    ljóst er myrkur fyri tær;
    hugur mín kann gerast glaður,
    um hvør leið er duld hjá mær.

    4. Jesus, gev mær tol at bíða,
    gev mær vón og treyst og trúgv,
    meðan eg skal fram meg stríða,
    meðan leið er long og drúgv.

    5. Lat í fótspor títt meg stíga,
    lat meg vera tær við lið,
    so við tær eg her má líða,
    so hjá tær eg eigi frið.

    6. Køvir av um allar leiðir,
    skal mær lutast sorg og stríð,
    hjá tær sál mín tolmóð eigur,
    til tað aftur lýsir í.

    7. Skal á foldum alt eg missa,
    teg eg eigi, Jesus mín;
    himna dýrd eg ei skal lissa,
    vón mín, lít mín er til tín.

    8. Lat av tíni hond meg henda,
    hvat tú vilt á míni ferð,
    bert eg má í himni lenda,
    tá mín fjørður rógvin er.

    Jesus til várt sálargagn

    Hans Adolph Brorson
    Orð: Hans Adolph Brorson
    Lag: J.H. Nebelong
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Jesus til várt sálargagn
    frelsar’navnið vildi bera;
    men hann tíðliga fekk at læra,
    at tað var eitt sorgarnavn;
    men tí hann meg vann úr vanda,
    syndir mínar á seg tók,
    tí skal navn mítt skrivað standa
    yndisligt í lívsins bók.

    2. Jesu dýrabara navn,
    okkum frælsis morgunroði,
    himni frá við gleðiboði,
    bangnum sálum hvíldarhavn,
    trúnni sterka sigursmerki,
    vónum trygga akkersgrund,
    lýs tú leið í lívsins verki,
    veit tú lív á deyðans stund.

    Jesus, sjálvur kom til mín

    Orð: Johan Scheffler
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Jesus, sjálvur kom til mín,
    lat meg altíð vera tín;
    sálarvinur, ver mær hjá,
    eina teg eg stundi á.

    2. Túsund ferðir trá mín er:
    Jesus mær í huga ver!
    Túsund ferðir rópi eg:
    Jesus, kom, tú gloym ei meg.

    3. Heimsins gaman, lyst og gleim
    ei eg virði, tí í teim
    sálin ongan friðin fær,
    Jesus, hann fæst bert hjá tær.

    4. Heimsins mátt og skart og eyð,
    mær als einki er um tey;
    kæri Jesus, líðing tín
    eina veri heiður mín!

    5. Verður alt mær tikið frá,
    um bert teg eg eiga má,
    so at tú ert lutur mín,
    tá fær sálin ugga sín.

    6. Eingin annar sleppur inn
    mær í hjarta, sál og sinn;
    kom tí Jesus, hjá mær búgv;
    veit mær vón og treyst og trúgv!

    7. O, Guðs sonur, náði tín,
    altíð er mær lívdin mín.
    O, Guðs lamb, títt dýra blóð
    er mær sálarbótin góð.

    8. Tær eg flýggi mína sak,
    sút og stúran frá mær tak,
    Jesus, sálarvinur mín,
    alt mítt álit er til tín.

    9. Nú eg tolin bíða vil,
    hesa bøn eg leggi til:
    Jesus, styrk tú mína lund,
    tá ið kemur evsta stund.

    Jesus leið meg allan aldur

    Orð: Jóannes Patursson
    Lag: Regin Dahl

    1. Jesus leið meg allan aldur
    væl við tíni verndarhond,
    tú tann himnakongur baldur,
    før meg dygt við trygdarbond
    treystliga um allan veg,
    lat meg líta mest á teg,
    tú mær beyðst til himmalsarva,
    lat meg væl um trúnna starva.

    2. Um mær ofta snýr til handa
    mistreysti og onnur sorg,
    um mær vilja ilskur granda,
    ber tá gleðiboð í borg;
    sýn mær, at tú dyggur ert,
    um tú stundum gevur snert,
    fyri tað at eg skal roynast,
    um eg tola kann at beinast.

    3. Send mær styrk, tú Harri kæri,
    at for fall eg komi ei,
    halt meg eftir tíni læru,
    mínar gøtur tú væl greið;
    gev mær mátt og megi mest,
    at eg aftur kann við treyst
    tað útinna, mær er lagað,
    væl mítt starv til endan draga.