Til at ganga eftir

    Orð: Hans Michael Jacobsen
    Lag: Jeg vil sjunge om en helt
    Viðmerking: Yrktur til 50 ára minnisrit Klaksvíkar Ítróttarfelags.

    1. Ítróttin so íðkast skal,
    at vit limir venja væl,
    so vit fótafim og lætt
    ganga bæði bratt og slætt.

    2. Ítrótt er tí bert ei spæl,
    kroppin skal hon venja væl,
    so hann sterkur vera má,
    vakur til at líta á.

    3. Gaman tykir okkum tað,
    tá vit fró og hjartaglað
    ganga kunnu reystliga,
    leika kunnu treystliga.

    4. Vit tí fús og hugagóð
    vilja bæði glað og fró
    kroppin okkum venja her,
    tað okkum gagnligt er.

    Tá vit hittast við vøllin

    Tað er sunnudagur og øll hava frí
    fótbóltsdystur er og klokkan hon er trý
    vit fara niðan á vøllin, øll eru glað
    vóna at KÍ vinnur í dag

    Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð
    tá standa øll saman og rópa á KÍ

    Eg finni mær eitt pláss so eg kann fylgja við
    rópi og skráli á KÍ mítt lið
    og meðan sólin skínur á okkar’ vakra bý
    rópa øll í felag koyrið á KÍ

    Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð
    tá standa øll saman og rópa á KÍ

    Hygga síggj nú fekk KÍ aftur eitt mál
    tað gleðir mítt hjarta og mína sál
    tað gott er at síggja at øll eru glað
    nú vóna vit at vinna hetta fleiri ferð á rað

    í trýssjunum vóru KÍ altíð best
    og vit hava vunnið FM heiti flest
    gott er at vita at ungir taka við
    sum stríðast sum úlvar fyri síni lið

    Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð
    tá standa øll saman og rópa á KÍ

    Dómarin bríkslar, dystur lokin er
    mannahópur stórur inn á vøllin fer
    at heiðra okkar’ unga, góða lið
    sum enn einaferð hevur fingið tvinni stig

    Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð
    tá standa øll saman og rópa á KÍ

    Altíð best

    Orð og lag: Grandmas Basement

    Vit fylgja tykkum sjálvt um tað er kalt,
    tá vit eru á vølli, tá vinna vit alt.
    KÍ vit vilja, at tit allir koyra
    til teir ikki orka meira.

    Vit eru nummar eitt,
    vit skulu vera við,
    har vit rópa á okkara lið.

    Bláa Bylgjan skal altíð vera best,
    KÍ hevur vunnið dystir flest.
    Viðhaldsfólkið drívið eisini á
    tí KÍ hevur aftur skorað.

    Skjótt vit aftur á toppin skulu náa,
    standa vit saman tá stigini vit fáa.
    Á vølli vit eiga heimsins besta lið,
    stoltleikan eingin kann metast við.