Ein smádrongur, kaldur og svangur

    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Jákup Zachariassen

    1. Ein smádrongur, kaldur og svangur,
    av krígsávum grátandi gekk,
    tí dagurin tóktist so langur,
    og deyðin í luftini hekk.

    Niðurlag: „Nær fái eg mat inn í munnin
    og nær kemur pápi mín heim?
    Skjótt seinasti tímin er runnin,
    – skjótt verður alt gleði og gleim!“

    2. Hann græt, tí at mamman var flýggjað
    og systkini øll vóru deyð.
    Í vónloysi fall hann til kníggja
    og bað: „Harri, síggj mína neyð!“

    3. Tá rópti hann: „Hygg hvat eg síggi,
    hygg Jesus, hygg dýrd hans og bros!“
    Og burtur úr vanda og kríggi
    til Himmals hann flutti eitt nos.

    Niðurlag: Á jørðini er eingin friður,
    her er ei várt verandi heim.
    Men tann, sum um frelsuna biður,
    skal uppliva Himmalsins gleim!