Móðurmynd

    Orð: Svenning av Lofti
    Lag: Gunnar Mikkelsen (Dýrd á vík og vág)
    Viðmerking: Svenning yrkti sangin í 1998, tá mamma hansara fylti 90 ár.

    Móðurmyndin er
    vakrast her í verð.
    Bróstabarnið ongantíð hon gloymir,
    tekur tað at sær,
    trygt tað hvílir har
    til tað burt í annan heim seg droymir.

    Móðirin hon er
    tann, sum munin ger
    tá á barnaárum ilt kann hótta.
    Stillar barnasinn,
    kínir milt á kinn.
    Barnið gloymir burtur allan ótta.

    Kvæmi ungdómstíð,
    móðir mild og blíð
    fjálgaði og menti unga sinnið
    til so við og við
    styrktust lívsins stig.
    Eygnustundir festu seg í minnið.

    Nú er middagssól
    farin handan hól,
    andlit títt nú vesturskinið prýðir.
    Ongantíð sum nú
    yndislig ert tú.
    Kvøldarroðin gyllir lívsins líðir.

    Elskaða mamma

    Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson

    Á elskaða mamma væl luktar tað
    Hvat hevur tú gjørt til matna í dag
    Eg havi kókað eg havi roykt
    Eg havi bakað eg havi steikt

    Á elskaða mamma væl luktar tað
    Hvat hevur tú roykt til matna í dag
    Eg havi roykt skrubbur og ál
    Og 600 laksar fyltar við kál

    Á elskaða mamma væl luktar tað
    Hvat hevur tú bakað til matna í dag
    Eg havi bakað ein trøllvaksnan drýl
    Og 800 sviskur eg havi koyrt í

    Á elskaða mamma væl luktar tað
    Hvat hevur tú steikt til matna í dag
    Eg havi steikt ein tarv og ein grís
    Og 1000 dunnur í karry og rís

    Sólin er so reyð mamma

    Orð og lag: Lars Lilholt Kristensen
    Týtt: Hjørdis Johansen
    Upprunaheiti: Solen er så rød mor

    Sólin er so reyð mamma, tað er longu blivið seint,
    eg havi keypt títt vikublað, og roynt at gera reint.
    Kom skunda tær – kom heim og ver hjá mær!
    Eg havi gjørt ein drekkamunn, so tú kanst hugna tær.

    Hví ert tú so rukkut mamma? Hví er hondin reyð og hørð?
    Hon á myndini í blaðnum – hennar húð er mjúk sum smør,
    hennar hár tað skínur – og so brún hon er,
    trýrt tú, dóttir hennara er líka stór sum eg?

    Sólin setur, arbeiðsdagur liðin er,
    í skundi heim tú fer,
    og deyðatroytt tú ert í sinn og skinn –
    og tørnar inn.

    Tú ert altíð einsamøll, men har tú arbeiðir eru nógv,
    trýrt tú onkur teirra kemur her at vitja teg?
    Nú er leygarkvøld – skalt tú út?
    Eg vil so gjarna við, men veit at tað ber ikki til.

    Sólin setur…

    Hví liggur tú so still, mamma? Hví ert tú altíð troytt?
    Og eg hoyrdi at tú tosaði við onkran her í nátt,
    hvør var tað? – Mamma, vakna nú – ver blíð!
    Eg vil so gjarna tosa við teg, tá tú hevur tíð.

    Góða mamma, kom nú

    Orð: Marius Johannessen
    Lag: Hans Jacob Højgaard
    Viðmerking: Yrktur veturin 1942-43.

    1. Góða mamma, kom nú og set teg her hjá mær,
    sig mær eina søgu og syng so fyri mær,
    tel um trøll og huldufólk, um skip og stóra hval,
    og syng um sól og summardá’, um fugl og grønan dal.

    2. Hví er grasið grønt, mamma, hví er luftin blá?
    Summardáin hvítur og døgg á hvørjum strá?
    Hví er kalt, tá kavi er, og heitt, tá sólin skín’?
    Og sig mær, mamma, hví er tú so góð vid beiggja tín?

    3. Legg teg nú og sov, góða lítla barn hjá mær,
    droym um summardáar og eingilin hjá tær,
    sov so, lítli beiggi, Jesus pápi signi teg,
    hann verji og hann styrki teg á øllum tínum veg.

    Til allar kvinnur

    Orð og lag: Dynamit

    1. Tá eg var føddur, mamma var glað
    ongantíð fór hon frá mær
    eg nærkeika fekk, mussar og klemm
    graaaaaaat eg, so var mamma hjá mær

    Niðurlag: Og kossar eg fekk í túsundatal
    kærleika, smíl og góð minnir
    takk góði Gud fyri at tú gav mær hesar kvinnur

    2. Tá eg var lítil, tá var tað gott
    at detta inn á gólvið hja ommu
    hon gav mær bollar, kakur og théeeeeee
    søgur og okkurt bommið

    3. Tá eg bleiv 18 og verðin var mín
    tá møtti eg vakrasti kvnnu
    hetta er makin, hugsaði eg
    neyvan eg fittari finni

    4. Tann fagrasta gáva, sum givin er mær
    fekk eg tá eg var tjúgu
    tá kom ein genta í henda heim
    borðin av mínari frúu

    5. Eg bleiv so eldri og nærkaðist trýssjjjjj
    Gráur og tunnur um vangan
    Tá kom ein genta yvir til mín
    “kom abbi og didda at ganga”

    6. Nú eri eg gamal
    Fimm og fýrs árrrrr, eg orki ei meira at sjabba
    sjálvt um ein genta hálar í meg
    kallar meg sín langa abba

    7. Eg inn leggi árar, hetta var tað
    skjótt er mítt tímaglas runnið
    men áðrenn eg fari burtur her frá
    skal ljóða av mínum munni

    Góða mamma, eg vil sova

    Orð: Jacob Hansen
    Lag: Ludvig Mathias Lindeman

    1. Góða mamma, eg vil sova,
    eygu míni møðast brátt;
    Jesuspápi hevur lovað
    meg at verja væl í nátt.

    2. Góða mamma, legg meg niður,
    góða mamma, signa meg.
    Lítla barnið mammu biður
    faðirvár at læra seg.

    3. Góða mamma, far ei frá mær,
    far ei út um stovugátt;
    bið Guðs einglar standa hjá mær,
    vera vernd hjá mær í nátt.

    4. Góða mamma, alt eg gloymi,
    alt tað, sum eg sá í dag;
    langt, langt burtur eg meg droymi
    til ein fagran, fríðan stað.

    5. Har man Jesuspápi búgva,
    vakrar blómur vaksa har;
    hagar hvítir einglar flúgva,
    flúgva einaferð við mær.

    6. Sov í friði, kæri skattur,
    sov tín sæla náttarblund.
    Gævi Guð, tú vakni aftur
    lívsins frísku morgunstund.

    Mamma

    Orð og lag: 200

    Mamma eg minnist tá eg ætlaði at flyta
    Og eg stóð har í durinum við kufferti og øllum
    So brendi tú í mappuna eftir pengum mamma
    Men eg vildi ikki hava meir av tínum donsku seðlum

    Men tað ringasta var tá tú fórst til Bruxelles at spæla fín
    Í sjampanjurúsi tú uppførdi teg sum eitt svín

    So gekst tú har í ST og minglaði
    Og tú pástóð at eg slett ikki ætlaði at flyta
    Men tað passaði slett ikki tí eg hevði longu pakkað mamma
    Men tú dugdi nøkur triks sum skuldu fáa meg at bakka

    Men tað ringasta var tá tú varst í Bruxelles og gekk skít
    Tá hevði tú ein tendens til at uppføra teg sum ein tík

    Men tað ringasta var tá tú gekst í Bruxelles og spældi fín
    Tá gekst tú runt og uppførdi teg sum eitt svín

    Mamma

    Orð: Steintór Rasmussen og Terji Rasmussen
    Lag: Terji Rasmussen
    Ensk týðing

    Mamma, hvat bagir tær hví ert tú ikki glað
    mamma, er tað arbeiði
    sum plágar teg í dag
    mamma, er tað nakað eg kann hjálpa tær við
    ella vilt tú heldur hava frið
    er tað mær tað er galið við

    Mamma, tað kvøldar nú
    og friðaligt er her
    mamma, set teg her við vindeyga
    jú, lív í býnum er
    mamma, vit treingja til ein kaffimunn
    og eg skal tendra tíni ljós
    tú burdi vita, at eg elski teg

    Mamma, tað er aftur vár
    og alt í blóma er
    mamma, minnist tú tey góðu ár
    tá tú vart ung sum eg
    mamma, eg veit eg ofta spyrji nógv
    men eg skal ikki troytta teg
    eg veit væl, at tú elskar meg

    Mamma mín

    Orð: Harry Birtilíð
    Lag: Águst Pétursson

    1. Góða mamma, tú íð lívið gav mær,
    aftur koma barndómsdagar ei,
    men tey ljósu minni, eg fekk frá tær
    vilja lýsa mær á lívsins leið.

    2. Mangar mammur syrgnar heima sita
    tí ein sonur gloymdi burtur tær.
    Men mín góða mamma tú skalt vita,
    at tú stendur hjarta mínum nær.

    3. Meðan tú enn livir, vil eg veita
    hesa hjartans heitu tøkk til tín,
    og av sonnum skalt tú altíð eita:
    Heimsins besta mamma, mamma mín.

    4. Tá tú burt ert farin, vil tín andi
    høgt av himli fylgja míni ferð,
    hvar eg sigli, gangi ella standi,
    veit eg, tú við mína síðu er.

    5. Tá ið lívsins stormar á meg herja
    og eg óttafullur standi her,
    veit eg, tú við bønum meg vilt verja
    – móðireygað vekjur yvir mær