Kristus reis upp triðja dag – halleluja

    Orð: Charles Wesley
    Lag: H. Carey (Lyra Davidica)
    Týtt: Arnfinnur Setberg
    Upprunaheiti: Christ the Lord is risen today

    1. Kristus reis upp triðja dag – halleluja!
    Fólk og einglar prísa glað – halleluja!
    Rópa hátt, gev sigursljóð – halleluja!
    Jørð og himlar svara fró – halleluja!

    2. Frelsuverkið gjørdi hann – halleluja!
    Stríddi stríðið, sigur vann – halleluja!
    Myrkur varð um heyg og hól – halleluja!
    men brátt reis upp Lívsins sól – halleluja!

    3. Steinur, segl ei halda kann – halleluja!
    Deyðans portur sprongdi hann – halleluja!
    Sigursharrin fái prís – halleluja!
    Latið upp er Paradís – halleluja!

    4. Livir aftur Kongur mín – halleluja!
    Deyði, hvar er broddur tín – halleluja!
    Sál – hann doyði einaferð – halleluja!
    Grøvin myrka tóm nú er – halleluja!

    5. Dýrdarkongur! – Sælur tú – halleluja!
    Livir allar ævir nú – halleluja!
    Um tín vísdóm, heiður, mátt – halleluja!
    syngja skulu skarar hátt – halleluja!

    Rísur sólin páskamorgun

    Orð og lag: Jógvan Nolsøe

    1. Rísur sólin páskamorgun,
    eingil stár við gravargátt,
    lætt er nú av beiskum sorgum,
    deyðin hevur mist sín mátt!
    Jesus livir, grøvin brast,
    Satans vald’ hann hevur bast!

    2. Rísur sól í hjørtum várum,
    lívsins sigur Jesus vann,
    frelsti oss frá syndum svárum,
    tá hans blóð á krossi rann.
    Takkarljóð mót himni fer,
    paradísið opið er.

    3. Rísur sól á páskadegi,
    ljómar yvir Golgata,
    krossur vendur varð til gleði,
    syng tí, sál, halleluja!
    Jesus fái lov, at hann
    lívið oss um ævir vann.

    Páskablóma, hvat vilt tú

    Nikolai Frederik Severin GrundtvigCarl Nielsen
    Orð: Nikolai Frederik Severin Grundtvig
    Lag: Carl Nielsen
    Týtt: Axel Tórgarð

    1. Páskablóma, hvat vilt tú?
    Urt úr bygdablómugarði
    uttan anga, skreyt og skrúð,
    hvørjum ert tú gestur kæri?
    Heldur tú, at nakar fær
    hug at goyma teg hjá sær?
    Torir skald um teg at røða,
    fuglurin um teg at kvøða?

    2. Ei tann lýggja summardag
    nældi tú, har blómur pranga,
    ei sum liljan silvurblað
    fekst tú og sum rósan anga.
    Men tá vetraródn er hørð,
    sprettur tú úr køldu jørð,
    gleðir einans tann, ið skoðar
    teg og minnist tað, tú boðar.

    3. Páskablóma, sig mær satt:
    hava nakað vit at týða?
    Hava vit nú boðað rætt?
    Kunnu deyð av grøvum stíga?
    Reis hann upp, sum boðað er?
    Rísa orð hans aftur her?
    Sprettir so av gulum beði
    lívið fram á páskadegi?

    4. Kunnu deyð ei rísa hátt,
    einki hava vit at týða,
    følna skulu vit tá brátt,
    ongan urtagarð vit prýða –
    undir torvu gloymd og fjald.
    Men fær megin dulda vald,
    bræðist, stoytist vaksið fína,
    skal sum ljós á grøvum skína.

    5. Páskablóma! megin sterk
    er í tínum gula horni,
    og sum við eitt undurverk
    leskist eg á páskamorgni.
    Morgunsól og fuglamál
    drakk eg mær úr tíni skál;
    deyðir vakna, eg man skoða
    teir í páskamorgunroða.

    6. Ja, so satt tú sigur tað!
    Frelsarin reis upp av deyða!
    Tí er langafríggjadag
    vón um páskamorgun reyða:
    Kappin ein av øllum ber,
    grøv og svørð ei muna her –
    dumba bert, tá hann vil anda,
    hann, sum bjarging gav úr vanda.

    O, kærasta sál, upp av beði

    Thomas Kingo
    Orð: Thomas Kingo
    Lag: Klug (Hin vænasta rósan er funnin)
    Týtt: Salomon J. Joensen

    1. O, kærasta sál, upp av beði,
    tí deyðans og helvitis megi
    í Kristusi burtur er svunnin,
    og sigur um ævir er vunnin.

    2. Burt lastir og lúnur og syndir,
    fram skíni nú heilagar myndir,
    tí Jesus vil heilagskap kenna
    og fátækar syndarar menna.

    3. Hvør reinsi sítt súrdeiggj úr hjarta
    og syndigar ómegdir harta,
    úr sálini óndskap lat dvína,
    og Harrin vil náðigerð sýna.

    4. Hann páskalamb okkum er vorðin,
    til deyðan for syndarar borin;
    vár Kristus, vár gleði, vár heiður,
    nú náðina yvir oss breiðir.

    5. Hann, sum hevur á øllum valdið –
    hans hátíð nú heilaga haldið;
    við sálmum og heilagum ljóði
    vær lovum tær, frelsari góði.

    6. Lat reinleika hjørtuni eiga,
    og sannleika vegirnar greiða,
    so óndskapur ei hevur megi,
    og páskir vit halda við gleði!