Regn

    Orð: Heri Nolsøe
    Lag: Magni Husgaard
    Viðmerking: Yrktur í juli 2013.

    Regnið regnar – streymar strítt í kvøld
    Aftur liggur tokan tjúkk um fjallatindarnar
    Rangvørg mynd og rondin randarleys
    Uttan teg er vónleyst – flóðin kom.

    Nú regnar tað illa
    Eg felli tár
    Tín rødd er klár – teskar blítt
    Regnið – streymar-strítt.

    Leingist vinna inn í tína sál
    Koyra burtur tankaloysi tómt og uttan mál
    Berast vit á veingjum – sveimandi
    Meðan okkar’ gøta fánar burt í regninum.

    Nú regnar tað illa
    Eg felli tár
    Tín rødd er klár – teskar blítt
    Regnið – streymar-strítt.

    Regn

    Mikkjal á Ryggi
    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Knút Olsen

    1. Regn og regn og regn og regn!
    Langar løtur skramblar
    døkkum rútum hart ígegn;
    gásarungin svamblar
    har, sum áður músin fín
    rann so turr um tá og trýn.

    2. Regn í dag og regn í gjár!
    Útsynningur grætur;
    runnu stútt hans stríðu tár
    nú í nógvar nætur.
    Eggin er so brúnasíð.
    Grátt um hav og grátt um ský.

    3. Grátt og rátt og runuvátt
    rennur ruskut túnið;
    sum at hoyra toruslátt
    buldrar fossur brúni.
    Áin, ill og ørg og skjót,
    ruddar grund og rullar grót.

    4. Trútnar bróst og duratræ,
    dryppar gjøgnum nævur;
    trekt og tungt gerst sinnalag;
    veðursjúkur maður
    missir bæði hug og megn.
    Regn og regn og meiri regn.

    Gott ókeypis bað

    Orð: Steinbjørn B. Jacobsen
    Lag: Jóhannus á Rógvu Joensen

    Regnar, regnar, regnar í dag
    oysir niður, við sama lag
    lat tað regna, lat tað bert tað
    eg so fái eitt gott ókeypis bað

    Eri á kroppi køst etandi vát
    men líka glað nú, so hoppandi kát

    Tú kanst ganga nú sum tú vilt
    glopraregnið regnar, men tað er stilt
    á mær hvør lýs á kroppi er
    gurgul og slurk og ein fossandi verð

    Fiskatáknir skjótt fái eg
    meðan tú ert inni og drekkur te
    svimji eg so burtur í lond
    fari upp á land á aðrari strond