Sól yvir havið

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Hans Jacob Højgaard

    1. Sól yvir havið – alt glitrandi er,
    høgt frá stevninum sjófroðan goysir,
    og vindur, sum fram yvir bylgjurnar fer,
    upp teir nívandi knútarnar loysir.
    Lættur gerst hugur sum flúgvandi ský,
    har tað sveimar í loftinum víða,
    nú framá tað ber! Burt frá bygd og frá bý
    er tað fagurt á bylgjum at ríða.

    2. Goysandi streymur, heitt heilsi eg tær,
    ei tú kúgast, har framá tú stevnir.
    Skútur tú smildrar sum brestandi glar,
    tá tú alskin tær syngjandi fevnir.
    Nívandi kenslur ei heim eiga her,
    ei finst krókur, sum dvørgar kann fjala.
    Land eigur holur, men havið tað er
    frítt, og væl kann tað bragdarhug ala.

    3. Ljóða skal kvæði á flúgvandi ferð
    gjøgnum sjórok og skúmandi bárur,
    og vakna skal andin, sum múgvandi ger
    mann, ið áður var sjúkur og sárur.
    Frítt kvøður aldan um klettar og sker,
    vekur sál, sum enn durvar og svevur. –
    Sól yvir havið! – alt glitrandi er.
    Skútan skúmandi framá seg grevur.

    Hækkandi sól

    Orð: Olivar á Ryggi
    Lag: Jacob Martin Kjeld

    1. Hækkandi sól,
    reis tú nú alt
    eftir vetrarins jól,
    breið tú títt ljós yvir stirðnaðu eingir,
    dagarnir togna, og fuglunum leingist
    mót hækkandi sól.

    2. Vermandi sól,
    loys alt hitt bundna,
    ið fjalt lá um jól;
    brátt eru horvnar tær sólleysu løtur,
    aftur vit ferðast um haga og gøtur
    í vermandi sól.

    3. Signaða sól,
    bláoygd tú brosar
    frá Guds veldis-stól’,
    sælar tær stundir í ljósglæmu fríðu
    birta upp lív, meðan dagarnir líða,
    signaða sól.

    Signaða sól

    Orð: Jákup Dahl
    Lag: Jógvan Waagstein

    1. Signaða sól,
    fløvandi eyga títt skínur,
    aftur á summarleið tú
    hátt yvir fjallatrom trínur,
    lyftir á himin teg upp,
    lýsir í líð og í hamar,
    lýsir so lívgandi blítt
    inn í mítt fjallbygda kamar.

    2. Signaða sól,
    vetur er langur og strangur,
    títt undir stormristu lon
    mangur sat kaldur og svangur.
    Grønka tú aftur líð,
    al fram vónir í barmi,
    og mín sorgsára lund
    tá lættir av trega og harmi.

    3. Signaða sól,
    ver okkum lívsælur bati,
    ónd er tíðin og hørð;
    hjørtuni stirðna í hati;
    kom tey at bræða rein,
    kærleikan vinna lat sigur,
    signaða sól, lýs tín frið
    á blóðrodnu fold higar niður.

    Morgunsólin

    Orð: Bjarni Skaalum
    Lag: Johan Christian Gebauer

    1. Náttin hvarv, og dimmið leið,
    sólin steig úr havi –
    rennur út sítt dagaskeið –
    setur so í kavið.

    2. Morgunsólin himni á
    skínur bjart um landið,
    turkar døgg av hvørjum strá,
    loysir dag úr bandi.

    3. Ferðast um tann heila knøtt,
    vermir har, hon lýsir;
    nýggjan dag hon hevur føtt,
    øllum veg hon vísir.

    4. Børn úr svøvni vakna glað,
    skunda sær á føtur;
    grønt er gras og hvørt eitt blað;
    ljósar liggja gøtur.