Ei nøkur nátt so svørt kann verða

    Orð: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Yrktur á kyndilsmessu 2010.

    Ei nøkur nátt so svørt kann verða,
    ei myrkrið so kann hylja meg,
    at eygu Guds ei við meg bera
    og fylgja mær á mínum veg.
    Um eg enn djúpt í dýpið søkk,
    tó kærleiksarmur Guds mær røkk.

    Frá ásjón Guds kann eingin fara,
    hans faðireyga barn sítt sær.
    Guds kærleiki skal okkum varða,
    ið hvussu vánd enn lagnan varð.
    Ja, um so alt á foldum sveik,
    hans kærleiki ei frá oss veik.

    Eitt sinn so lýsir fyri degi,
    og morgunstjørnan er at sjá,
    tá lætta skal hvør sorg og tregi,
    hvørt tár skal torna kinnum á;
    tá hesin heimur meir ei slær,
    og alt, ið nívir, enda fær.

    Á síðstu náttarvakt hann kemur,
    vár Faðir, sum er oss við lið.
    Tá blídliga hann barn sítt nemur
    og gevur tí sín sæla frið.
    Hann burt tað tekur foldum frá
    til heimland sítt. Halleluja!

    O, særda sál, sum fallin er í fátt

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Yrktur 25. november 2009.

    O, særda sál, sum fallin er í fátt,
    tí kring teg alt er vorðið myrka nátt,
    tú lít tó á, tí tað er satt og vist,
    at mitt í myrkrinum er Jesus Krist.

    Og situr tú enn einsamøll í høll
    og kennir teg, sum farin eru øll,
    tí bond, tey brustu, vón ei var at sjá,
    so lít tó á, at Jesus er tær hjá.

    Og hugsar tú: Hví hendi hetta meg,
    sum altíð vildi ganga trúarveg?
    so gevur Skriftin tær so greitt eitt svar:
    Gud agar hvørt eitt barn, hann hevur kær!

    Guds sonur lærdi lýdni, tí hann leið*,
    ein líðing long var alt hans æviskeið.
    Í líðing framdi hann sítt frelsuverk,
    í trongdum gjørdist trúgvin mangan sterk.

    Hví himnafaðir velur hesa leið,
    tað fjart er okkum, vit tað skilja ei.
    Men roynda trúgvin gjøgnum eld skal gá,
    til meistarin sítt bílæt sjónskt skal sjá.

    Við gleði frelsarin tá síggja skal,
    at hansar frelsuverk er eydnast væl.
    Lít á, o, sál, at eitt sinn lýsnar í,
    tá nátt er av, og svarað hvørt eitt hví.

    Um aldur og ævir so ert tú, o Gud

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Allur sálmurin er yrktur 5. februar 2009 millum klokkan 13.30–14.45.

    Um aldur og ævir so ert tú, o Gud,
    tó ættirnar koma og fara,
    tí menniskjum øllum er fallið í lut
    bert stokkutar stundir at vara.

    Ja, áður enn heimur og fjøll vóru til,
    so ert tú, o Gud og vár Faðir!
    Várt lív er bert roykur, ið varir eitt bil,
    og sløknar um býir og staðir.

    Vit eru sum grasið og blóman í lund
    ta lívsfrísku hásummarløtu,
    so avkvett og lívleys ta vanlukkustund
    vit enda á deydninga gøtu.

    Rykt burtur so mong verða foldini frá,
    – bert blundur mangt lívið man vera.
    Tað serliga svárt er at skilja og sjá,
    tá ung vit frá foldini bera.

    Tann einasta troystin hjá okkum tí er
    tað álit, ið Gud okkum gevur,
    at hvør tann, ið trúnni av verðini fer,
    hann er ikki deyður, men svevur!

    Tí rísa skal dagur um deydninga dal,
    og páskasól heimin skal randa,
    tá rísa úr grøv allur skapningur skal
    og æviga livandi standa!

    Tí grátið ei, kæru, ei fallið í fátt!
    um sorgin so sáran man valda,
    tí koma skal dagur, tá horvin er nátt!
    Gud sjálvur sítt lyfti skal halda!

    Um stundum her á fold vit mega sanna

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Yrktur 22. januar 2009.

    Um stundum her á fold vit mega sanna,
    at lívsins lagna mongum tykist vánd,
    tá sjúka, sorg og deyði hvørt um annað,
    her hylja Harrans mjúku kærleiks hond.
    Tá myrkur sýgur seg um sál og sinn,
    og sorgartár tey streyma stríð á kinn.

    Í slíkum roynslum ilt ei er at skilja,
    at skakað verður trúarinnar grund,
    tí trúgvin veit ei tankar Guds og vilja,
    og mangt eitt hví tá tyngir sál og lund.
    Um svar ei finst, so skalt tú vita tær:
    Gud agar hvørt eitt barn, hann hevur kær.

    Vit trúgva tó, Gud børnum sínum gevur
    bert tað, ið altíð tænir teimum best.
    Er ókendur enn vilji hans og vegur,
    so er tó tað, ið dugnar okkum mest,
    tí alvit hans og forsjón vita alt,
    og bert tað besta verður hvørjum valt.

    Ein dag so allar gátur ráddar verða,
    og hvør ein spurningur fær fullgott svar,
    sum spyrjandi vit her í barmi bera
    í hesum sorgardali víða hvar.
    Tann dag hvørt tár á kinnum torna skal;
    tá sanna vit, at Gud alt gjørdi væl!

    So mong aleina kenna seg

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Yrktur 18. januar 2009. Umyrktur 12. mai 2009

    So mong aleina kenna seg
    í stovu síni inni,
    nú einsemið tað tyngir veg
    og nervar sál og sinni.
    Ja, kanska fellur ein í fátt,
    um fáur stígur inn um gátt
    og steðgar har helst minni.

    Tey næstu hava neyvan tíð,
    men renna dag av degi.
    Tey gomlu sita tonkum í
    og minnast farna megi.
    Nú tungligt er at flyta fót,
    sjálvt minsta sporið ber ímót,
    tí fjarar foldar gleði.

    Krist Jesus smábørn setti hægst,
    ei vildi teimum meina;
    seg sjálvan her hann setti lægst
    og vildi seg sameina
    við síni minstu foldum á,
    ið tørva alla hjálp at fá
    og kenna seg aleina.

    Gud gevi tí, ið hvussu fer,
    at eingin her má gloyma
    hans minstu øll, ið liva her,
    men tey í huga goyma
    og dugna teimum nátt sum dag
    við sonnum kristnum hjartalag
    á stovnum ella heima.

    Sjálvt skál av vatni megna man
    at ugga og at svala.
    Eitt blídligt bros frá næsta kann
    í hjørtum gleði ala.
    Hjálp okkum, Gud, í hvørji gerð
    at hjálpa har, ið neyðin er.
    Tað boð títt er og tala!

    Mítt hjarta stynjar av trega

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Hans Christensen Sthen
    Lag (2007): Knút Olsen
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur fyri Kristiliga Sangkórið helst í 1980-árunum. Ein partur er týddur afturat í 2007.

    Mítt hjarta stynjar av trega
    umgyrt av angist og neyð.
    O Jesus! tú mást meg gleða,
    mær hjálpi tín kvøl og deyð´!
    Gud troyst og ráði,
    har ið sorg er og váði!

    Miskunna mær og meg náða,
    o, góðskumildi Krist;
    hjálp mær úr mínum váða,
    hjá bangnum barni gist!
    Gud troysti og ráði,
    har ið sorg er og váði!

    Bønhoyr meg, Harri kæri,
    mítt hjarta tráar svá,
    o, loys meg, tær til æru,
    so eg kann frælsi fá!
    Gud troysti og ráði,
    har ið sorg er og váði.

    Gloym ungdóms misgerð mína,
    ið særir mína sál,
    Krist, minst til pínslu tína,
    sum galt mítt syndamál.
    Gud troysti og ráði,
    har ið sorg er og váði.

    Sum tystur hjørtur sær stundar
    at sløkkja tosta sín,
    so leingist mær til fundar
    við frelsarmannin mín!
    Gud troysti og ráði,
    har ið sorg er og váði!

    Har leingist mær at flýggja,
    mín lívsins Harri Krist,
    har øll tey frelstu síggja
    títt vakra andlit vist.
    Gud troysti og ráði,
    har i sorg er og váði.

    Og tá eg burt skal fara
    um henda sorgardal,
    tú mína sál vilt varða
    í tínum himlasal´.
    Gud troysti og ráði,
    har ið sorg er og váði.