Ein summardag

    Orð og lag: Petur Háberg Jacobsen

    Vaknið upp úr myrkrinum til nýggjan dag
    Okkurt er sum ikki var ígjár
    Reisi meg úr seingini og hyggi út
    Føli teg vælkomið summarið

    Summarið vælkomið ver
    Nemur lívið summar er
    Náttin ljósnar myrkrið fer
    Vetur fjarðar nú er summar her

    Gangi mær ein túr heim á bátabrúgv
    Úr fjarðum londum veittra fremmand før
    Onkur loysir bátin annar komin inn
    Føli teg vælkomið summarið

    Omaneftir áarvegnum lív er í
    Kenningar eg heilsi pent uppá
    Síggji øll tey aftur sum eg ikki sá
    Føli teg vælkomið summarið

    Summardagur

    Heri Nolsøe
    Orð og lag: Heri Nolsøe
    Viðmerking: Yrktur í 1992.

    Tríggjar gentur ganga so fittar har á rað,
    tær henta sóljur og eru í góðum lag,
    og tær hoppa og dansa og sólin skínur blíð,
    tær hava gloymt bæði stað og tíð.

    Og fuglarnir syngja eitt vakurt tónalag,
    eg síggi teir flúgva, flúgva langt avstað.
    Teir fríðir og frælsir sveima runt í kring,
    teir syngja í kór og seta tónating.

    Og vindurin strýkur gjøgnum purluta hár,
    eg standi og hyggi og felli gleðistár.
    So leikandi lætt ígjøgnum grasið ganga tær,
    angin av bønum meg mót himli bar.

    Og tjøldrini syngja eitt vakurt tónalag,
    eg síggi tey flúgva, flúgva langt avstað.
    Tey fríð og fræls fara sveimandi í kring,
    tey syngja í kór og seta tónating.

    Í blomstrutum kjólum sveima genturnar á tá,
    við veitirnar bøurin so sóljuskrýddur lá,
    og firvaldar kátir dansa summardans á rað,
    viðhvørt teir hvíla seg við blómublað.

    Og fuglarnir syngja eitt vakurt tónalag,
    eg síggi teir flúgva, flúgva langt avstað.
    Teir fríðir og frælsir sveima runt í kring,
    teir syngja í kór og seta tónating.

    Summarið komið

    Orð og lag: Heri Nolsøe

    Summarið komið,
    nú blómurnar spretta,
    vindurin tekur í grasið so sítt.
    Í tínum eygum eg bládýpi síggi,
    berist avstað út um havsbrúnna brátt.

    Út yvir dalin,
    har sum fjøllini byrja,
    sveipar eitt tám seg um tindar og skørð.
    Standi og hyggi út yvir fjørðin,
    summarið brosar so mjúkt móti mær.

    Rekandi skýggj
    eftir himlinum fara,
    luftin er lýggj nú tað sumrar um ong,
    trøini vagga í vindinum vøkur,
    bera tær boð nú um vøkstur og lív.

    Sveima á flogi
    og láta so kátir,
    fuglarnir kveikja tær frælsi og vón,
    aftur er bøurin skrýddur við blómum,
    summarið bríkslar sítt lívgandi lag.

    Nú summar er í dag

    Orð: Nyholm Debess
    Lag: Týskt fólkalag

    1. Nú summar er í dag!
    Nú grør og sprettur víða hvar
    við blómum her og har –
    so ørt eitt gróðrarlag!
    Lat ljóma summarsong!
    Mítt reysta, væna oyggjarað
    :,: ein fagran summardag! :,:

    2. Nú summar er í dag!
    Nú líðin bratta er so grøn,
    og vøtnini so vøn
    við friði hvørt eitt stað!
    Lat ljóma summarsong!
    Mítt reysta, væna oyggjarað
    :,: ein vakran summardag! :,:

    3. Nú summar er í dag!
    Nú fuglar láta, sólin sær,
    so tindur gulllit fær, –
    hon hitar hvørt eitt stað!
    Lat ljóma summarsong!
    Mítt reysta, væna oyggjarað
    :,: ein fagran summardag! :,:

    4. Nú summar er í dag!
    Kom fylkist synir, døtur, – kom
    um fjøll, við strond og trom,
    frá bý og bygd og stað!
    Lat ljóma summarsong!
    Mítt reysta, væna oyggjarað
    :,: ein vakran summardag! :,:

    Summarnáttin blíða

    Jóannes Patursson
    Orð: Jóannes Patursson
    Lag: Fólkalag úr Gotlandi

    1. Summarnáttin blíða er um grønar
    líðir løgst, rurar alt í blund,
    áani loyvst ei frið at sova, hon má leika enn,
    streymar hvørja stund,
    dunandi hon fossar nátt sum ljósan dag,
    útløgd má hon renna, skunda sær avstað,
    aldri frið, aldri frið hon fær,
    syrgjandi áin skvøtt á klettar slær.

    2. Elvur elur blómurnar um áarbakka mín,
    víða gjøgnum dal.
    Sprengir gjøgnum fjøll við lyst og ruddar
    gøtu sær gjøgnum elvarsal,
    brýtur berg og ger sær slóð at renna frítt,
    fossar gjøgnum fjallaskarð og streymar strítt,
    hoyrir tú, hvat hann kvøður her:
    aldri hann møddist enn á síni ferð.

    3. Men um hann varð troyttur av tí longu,
    tungu leið og ei meira rann,
    følnaði hvør blóma fríð, í lundini hvørt leyv,
    ei eitt strá eg fann,
    sum tá kundi klæða mína heimahøll;
    horvið var frá mær alt vakurt millum fjøll,
    rósan fríð og hin blanka bjørk;
    syrgiligt var tá her í oyðimørk.

    Summarminnir II

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Farið um jól og trettanda er

    1. Tá sól fór í kav,
    í hond tók eg stav,
    mót fjalli eg mundi mær venda.
    So skøddi eg meg, meðan bygdin svav,
    og gekk eina nátt at enda.

    2. Gjøgnum gil, upp um heyg,
    har sum fuglurin fleyg,
    eg gekk mær í grasinum váta.
    Enn róku í loftinum sólský reyð –
    enn hoyrdist fuglur at láta.

    3. Teir tagnaðu brátt,
    tá hin kvirra nátt
    sveipti ljósleitta tám sítt um tindar.
    Men fram yvir hav, sum var himmalblátt,
    leiktu summarsins lýggjastu vindar.

    4. Hátt á fjøllum eg gekk…
    Yvir dølunum hekk
    dúngráur mjørki, sum fjaldi
    áir og eingir, – at kenna eg fekk,
    at nú átti summarið valdið.

    Vit skulu ei sova burt summarnætur

    Orð: Aslaug Låstad Lygre
    Lag: Geirr Tveitt
    Týtt: Andreas Andreassen

    1. Vit skulu ei sova burt summarnætur
    her er ov ljóst til tað.
    Tá skulu vit sita, vit bæði, úti
    :/: undir tí leyvtunga træ :/:

    2. Tá skulu vit ferðast tilsamans úti,
    har børk’vísan vaks í vár.
    Vit skulu ei sova um summarnætur,
    :/: sum purla við døgg várt hár :/:

    3. Vit skulu ei sova frá hoysátuanga
    og firvaldaflákran um ong,
    men spáka fram undir bláum himni,
    :/: til fuglurin spennir vong :/:

    4. Og kenna, at vit eru skyld við heimin,
    við vindin og ský á ferð,
    og vita, at vit nú verða tilsamans,
    :/: líka til alljóst er :/:

    Summarminnir VIII

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Gunnar Mikkelsen

    1. Enn minnist meg tey høgu fjøll
    á summarstund,
    so grøn og føgur vóru øll,
    meg minnist hól og vakran vøll
    og stálblátt sund.
    Í lofti róku sólský gylt,
    og summarlýkkan mynti milt
    ta grønu grund.

    2. Í fjøru hoyrdist fuglaljóð
    og áarmál –
    og út og inn seg aldan dró;
    tað væna lagið djúpt seg gróv
    í míni sál.
    Eg hoyrdi tað, eg hoyri enn
    hitt reysta lag um havsins menn
    og vitans bál.

    3. Meg minnist fleyr og mjørkalín
    um djúpu gjógv,
    har kópur svam til hvølpin sín,
    eg róði lítla bátin mín
    um slættan sjógv.
    Og hjartað var so ungt og frítt,
    hvørt taravaksið sker var mítt.
    Eg átti nógv.

    4. Meg minnist, og eg síggi alt
    sum á tí stund;
    ei minsta vet er burtur fjalt.
    Nú fýkur snjógvur, blæsur kalt
    um stálblátt sund.
    Nú leikar ódn við havsins sand,
    og horvið er mítt summarland
    av heimsins grund.

    Summar

    Janus Djurhuus
    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Knút Olsen

    1. Nú er tað summar, nú skínur sól,
    og alt nú bognar í tungum blóma,
    og kongahøll kennist fátækt ból,
    tí gullið glitrar í morgunljóma,
    og lovar megi og sælan sóma.

    2. Nú flúgva gleðiljóð vítt um lond,
    og víðkast hjarta í mannabarmi,
    tí blídligt kínir ein sólljós hond
    teim kinnum, vátum av sorg og harmi,
    og lyftist alt upp av sterkum armi.

    3. Tú ljósa, lívgandi summarhond,
    eg veit ein kinn, sum tú eymt mást kína,
    tí skalt tú flúgva til fjarløgd lond
    og hitta stúrandi gentu mína;
    tá munnu køvandi skuggar dvína.

    Summarnátt

    Magnus á Stongum
    Orð og lag: Magnus á Stongum

    Nú kvirt er inni
    og uttan gátt.
    So stilt er sinnið
    bert summarnátt.
    Úr mjúkum dimmi
    við hagatjørn
    eg dirvi finni
    til næstu ódn.

    Nú søkkur stúrni
    í gloymskuhav.
    Hitt súra pírni
    á glið útav.
    Úr høgum lofti
    sum urguspæl.
    Títt dygga lyfti:
    “Eg vil tær væl”.