Mót vári

    Janus Djurhuus
    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Eg byrðina beri við brosi

    1. Hví stúrir tú, hjarta, mót vári,
    tá sól vermir blómprýddan heim,
    og gentan við rósum í hári
    sæl droymir um lukku og gleim?

    2. Tað er, tí eg hoyri lilju
    teska so kvøldsligt eitt ljóð:
    Sjá fagrast eg eri av blómum,
    men líkbleik og køld eins og snjó.

    Lítil vármynd

    Orð: Jens Dam Jacobsen
    Lag: Knút Háberg

    1. Vaknaður vársins songur.
    Á hestbaki genta og drongur
    hvørva um lyngbrúnan hól.
    Feta á fjalli, eygleiðandi varðar,
    syngjandi sprund, meðan silvitnisskærar
    vágirnar kyssast av sól.

    2. Kúrandi vetrarljóð horvið.
    Konur og menn í torvi;
    nýkynt bál teimum hjá.
    Skóleys børn seg á vøllin tveita.
    Lombini skimast, mót løkinum leita.
    Grøsini leiftra í lág.

    3. Jótra í grønum dali
    kýrnar, í marglittum tali.
    Í lýkkutámi hvør tjørn.
    Ljómar í rúmdini spóssongur fríði.
    Blómurnar spelknar sýna sítt prýði.
    Í ánni vaðandi børn.

    4. Rokmiklir piltar í báti
    veittra til genturnar kátu
    á seiðabergi við strond.
    Nørast við eldhuga sólja og dái.
    Høgt er til loftið: Himinin blái.
    Jarmandi smálomb í nánd.

    5. Várvónir vakna í barmi.
    Skúta við fullum farmi
    siglir fjørðin við ferð.
    Velturnar lidnar og breitt er á bøin.
    Fríðkast í sólglæmu hagin og trøðin.
    Leið móti sumrinum ber.

    Móti vári

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Knút Olsen

    1. Tá várið aftur grønkar lond,
    og loftið litar havið blátt,
    so veit eg, alt vil venda
    sær á ein annan hátt.
    Tá næla skal tað, nú er fjalt,
    tað nú er stirvið, deytt og kalt.
    Eg veit, at tá vil vakna
    úr tungum dvala alt.

    2. Sól lysa skal um kringin vítt
    og verma nálir, gleða sinn,
    og fagrir tankar skulu
    í barmin sveima inn.
    Tann kensla, sum nú horvin er,
    skal koma aftur aðra ferð,
    og sunnanlotið lýggja
    skal roða bleikan kinn.

    3. Tí vár er lív – og lív er ríkt,
    og sólin kveikir lívsins mátt,
    hon styrkir allar sálir
    og grøðir alla sótt.
    Hon okkum føra saman skal,
    eg kenni tað – eg veit tað væl,
    tí hon fær øll at gloyma
    alt jarðarbundið smátt.

    4. Og havi eg ei sagt tær tað,
    so veitst tú væl, eg elski teg;
    tí tað so manga løtu
    tær søgdu eyguni. –
    Tá fold er grøn, og lot er lýtt,
    eg teski tað í oyra títt,
    tí fáur skal tað hoyra,
    bert tú og sjálvur eg.

    5. Tá loftið litar havið blatt,
    og sólin hitar jarðarlond,
    og blíðar bárur leika
    um fagurt skrýddu strond,
    so vendist alt á annan hátt,
    so veit eg, alt skal verða gott,
    tí sólin hon er vársins
    hin ljósa kærleiks ond.

    Várlongsil

    Orð: Poul F. Joensen (leysliga týtt úr norskum)
    Lag: Finskt fólkalag

    1. Syngjandi fuglur,
    sum hátt yvir fløtur
    boðar um summarsins signaðu løtur,
    hvar man tú gista, nú veturin hann herjar her?
    Kemur tú ei brátt?

    2. angandi blóma, sum vársólin alir,
    kínir sum mamma, við barninum spælir,
    nær manst tú læandi vakna úr svøvni upp?
    Kemur tú ei brátt?

    3. Signaða vársól, sum vekur úr moldum
    urtirnar, veturin oyddi av foldum,
    boðar, at einaferð byrjar eitt ævigt vár.
    Kemur tú ei brátt?

    Mótur vári

    Mikkjal á Ryggi
    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Pauli Hansen

    1. Fannir tiðna í fjøllum
    og glerið bráðnar í á,
    sólin skínur á vøllum
    og stavar á vík og vág.

    2. Eg dugi so lítið inni,
    tá úti er ljóst og lýtt,
    av ringum huga eg spinni
    og slíti favnin títt.

    3. Hitt góða veðrið lokkar
    læandi inn um rút:
    “Bein burtur ull og rokkar.
    Kom út, kom út, kom út!”

    4. Tað biður meg tógvið blaka;
    og eg sigi ikki nei;
    eg brýni mín gamla haka
    og gangi mær út á teig.

    5. Her man eg sælu kenna,
    her rennur blóðið lætt,
    her kann eg limir spenna
    og fái ryggin rætt,

    6. teir stirvnu liðir mýkja
    og skoða um meg vítt. –
    Tvær jarðarkonur sníkja
    seg gjøgnum grøv so títt.

    7. Og óðinshanar práta
    á tarabreiddu trøð,
    tað rýkur úr tí váta,
    tí gróðrarflógva bø.

    8. Og hygg hvør væntar hetta:
    í mýrum og við garð
    grønar nálir spretta,
    so veit eg vár er nær.

    So líður mót vári við vætu og sól

    Orð: J.P. Gregoriussen
    Lag: Í Føroyum er hart um vetrartíð

    1. So líður mót vári við vætu og sól,
    kærkomin er tann varmin.
    Tað tiðnar nu aftur, sum frysti um jól,
    nú fjálgast um mannabarmin.

    2. Jørðin kvaklast, og nálin sprettur,
    og mannabarmurin flónar,
    lívliga blóðið í æðrum sprettur,
    eingin á pallinum dovnar.

    3. Har reisist hvør á stinnan legg,
    veturin um er lopin,
    upp fara hurðar á víðan vegg,
    heimurin stendur nú opin.

    4. Bóndin hann breiðir sín víða favn,
    Gud lati ei armarnar lúgvast!
    Unglingar ferðast frá havn til havn,
    skipini út skulu búgvast.

    5. Skipini skulu í havið leggja
    út á tann streymin stríða,
    dugandi menn hvønn annan eggja,
    eingin vil longstur bíða.

    6. Sigla teir út, teir Føroya menn,
    gullið av botninum draga,
    men luft og hav vísa hvassar tenn,
    ymist er ymsum lagað.

    7. Sigla teir víða um Føroya hav
    og royna við Íslands strendur,
    fiskin teir veiða úr djúpum kav’,
    har roynast fimar hendur.

    8. Er ein bundin við havið við bond,
    hugurin víða ferðast,
    stundum í himli, stundum við lond,
    og so um, hvat heima man gerast.

    9. Heima strevast alt fólkið sum best,
    sjálv mamman við barni á armi,
    tó hon skuldi nú ikki orkað mest;
    men lív birtir kærleiksvarmin.

    Her er tað land, sum mær hóvar.

    Aftur vár í hondum

    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Vár við lýggjum vindi

    1. Aftur vár í hondum,
    undan køldu kavaskón
    sprettur gras og lyngur,
    lívgast summarsvón.

    2. Aftur vár í hondum –
    eydnast aftur eina ferð
    alduna at hoyra
    skola mjúkt um sker.

    3. Aftur vár í hondum –
    tú, sum fallin ert í fátt,
    eydna er at vaka
    vársins fyrstu nátt.

    4. Aftur vár í hondum –
    lívgast lívsins gleðivón
    eins og gras og lyngur
    undir kavaskón.

    Várið kemur

    Orð: Jákup Dahl
    Lag: Jógvan Waagstein

    1. Várið kemur, hækkar sól,
    fannir bráðna, grønkast ból,
    loftið tynnist, skýggin’ ljósna,
    himin blánar, bárur stilna,
    mjúkir vindar sveima vítt.

    2. Nýfødd jørðin gleðist kátt,
    sigurslag hon kvøður hátt;
    letur frítt við garðar, gøtur,
    kykna, spretta grasarøtur,
    fríðkast dalar, lund og líð.

    3. Gríp nú ljós, hvør skýmlig vrá!
    Kenn nú lív, hvørt angleyst strá!
    Sprettið, vaksið jarðarblómur!
    Eykist, nørist lívsins vónir!
    Lundin kenni lyst og leik!

    4. Fagnast himin, fagnast jørð!
    Syng nú lov hvør mannavørr!
    Lova lív’ við hørpuljómi,
    miklum, fróum hjartans rómi!
    Lova lívi, alt, sum er!

    5. Syngið lívsins sigursljóð,
    hvør ein tíð og hvør ein tjóð!
    Lívið valdar øllum londum,
    djúpum, fjøllum, dølum, strondum,
    lofti háa, havi bláa!

    Alkomið vár

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: C.E.F. Weyse

    1. Fagra, fríða
    vársól blíða
    litar fjall og fjørð,
    blonk á bárum brandar.
    Alt í lýkku andar.
    Lundaskorin grør.

    2. Fegið spælir
    millum smalur
    lítla lambið kátt,
    stumpar móður júgur.
    Snípan, svinn sum brúður,
    hugsar: Her er gott.

    3. Grønkast akrar.
    Blómur vakrar
    gera fólk so fró.
    Feitar kvígur skjølka,
    fagrar gentur mjólka,
    kvøða lystugt ljóð.

    4. Sólin lækkar,
    brátt hon fjakkar
    undir bergið blátt;
    roðin sundið gyllir.
    Bátur rør so stillur,
    dyrgir fyri smátt.