Á miðvetri

    Jógvan við Keldu
    Orð: Mads Andreas Jacobsen
    Lag 1: Jógvan við Keldu
    Lag 2: Eg smáttu veit
    Viðmerking: Seinasta yrkingin hjá Mads Andreas Jacobsen, yrkt á Landssjúkrahúsinum í november 1943.

    1. Á longu, myrku vetrarnátt
    eg hoyrdi stormsins andadrátt
    sum hvin viðhvørt og fjalladun,
    sum aldusorl og havsins run.

    2. Og høgt á himli mánin lær
    og rekur myrkrið undan sær.
    Hann tveitir sólarljós á jørð,
    á døkkan klett og deyðan svørð.

    3. Í skuggaskýli trunka seg
    tey gomlu hús um kirkjuveg,
    og ódnarleikur heldur á
    um fjallaskørð, um heyg og lág.

    Vetrarnátt

    Heri Nolsøe
    Orð: Heri Nolsøe
    Lag: Jógvan Olsen

    Nú náttin stjørnuklár,
    luftin frísk og køld, nú eg gangi her.
    Stjørnur glitra bjart,
    kavafølvið prýðir fløturnar.

    Ein glæma so skær
    lýsir mót mær,
    nú norðlýsið dansar í vetrarnáttini.

    Náttin ísakøld,
    nú alt sveipað er í vetrarlín,
    frostið skyggir klárt,
    tað gyllir teig og tún um landið alt.

    Ein glæma so skær
    lýsir mót mær,
    nú norðlýsið dansar í vetrarnáttini.

    Eygu djúp og rein,
    berist burt við tær inn í vetrarnátt,
    dreymasmílið títt
    hitar hjarta mítt, tiðnar frostið burt.

    Ein glæma so skær
    lýsir mót mær,
    nú norðlýsið dansar í vetrarnáttini.

    Tað er hvítt og vetur

    Orð: Steen Steensen Blicher
    Lag: Thomas Laub
    Týtt: Salomon J. Joensen

    1. Tað er hvítt og vetur,
    kyndilsmessa illa letur,
    syngur vetrarsongin sín.
    Hvítt við strond og hvítt til fjalla
    hevur alt í kava ballað
    og klætt alt í hvíta lín.

    2. Tað er svárt í kava,
    músabróðir tó man hava
    mið, har finna hann kann mat.
    Inn um hjalsrim hann sær smýgur,
    meðan rokið úti rýður,
    válgara hann leggur at.

    3. Tað er kalt í kava,
    alt, ið livir, vil jú hava
    skýli og ein mettan búk.
    Krákan vitjar køstagarðin,
    ja, hon er so illa farin,
    mest av svølti er hon sjúk.

    4. Veturin er langur,
    vetrarkuldin er so strangur,
    landnyrðingur yvir fjørð.
    Sunnansól kom nú at bræða,
    kavan burt av landi ræða,
    kom og loys ta frystu jørð.

    Stormur

    Mikkjal á Ryggi
    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Kærleikur til fosturjørð

    1. Harðliga hann ríður fram
    yvir hav og hagar,
    grenjandi sum bjørnin gramm,
    svørðin sundur tægar.

    2. Trokar treystur gjøgnum skørð;
    einki honum forðar;
    flettir flag av føstu jørð,
    grót úr homrum sorar.

    3. Oysir sand og saltan sjógv
    yvir dal og mýrar;
    øsir brimið hátt á lógv,
    knasar borð og spírar.

    4. Øðimikið fjalladun:
    trøll í víggi standa! –
    millum hvirlur tunglig stun:
    særdir risar anda! –

    5. Veggir skelva. Høga høll
    brakar hart og brestur.
    Tekjur tveitast vítt um vøll.
    Slíkt er strangur gestur.

    6. Tó! Var altíð logn og sól,
    og var lívið leikur,
    lýkkan mót og megi stjól,
    maður gjørdist veikur.

    7. Stormur! er enn strong tín ferð,
    tykist ilt at balast,
    bragdarhug tú monnum ber,
    høvd og hendur stælast.