Taggurnar

Heri NolsøeKarl Martin SamuelsenJóhannus á Rógvu Joensen
Orð: Heri Nolsøe
Lag: Heri Nolsøe, Karl Martin Samuelsen og Jóhannus á Rógvu Joensen

Hyggja eftir taggunum,
tá vit savna frímerki,
kannað um tær eru har.
Bylgjast vøkru taggurnar
og um allar eru har,
tú telur og fært svar.

Eigur tú hitt merkið,
sum eg sá í gjár.
Skift um – Skift um.
Tú kanst fáa tað,
sum tær dámdi so væl.
Skift um – Skift um – Skift um.

Sást tú vakra frímerkið,
sum er komið út í dag,
eg skal royna at skaffa tað,
ja, eg renni beint avstað
á posthúsið at keypa tað,
spennandi tað er í dag.

Eigur tú hitt merkið,
sum eg sá í gjár.
Skift um – Skift um.
Tú kanst fáa tað,
sum tær dámdi so væl.
Skift um – Skift um – Skift um.

Spyrja eftir bærvbálvum,
tá vit savna frímerki,
frímerki frá nær og fjar.
Hyggja hvørji eru har
og tá merkið stemplað var,
tú kannar nær og hvar.

Eigur tú hitt merkið,
sum eg sá í gjár.
Skift um – Skift um.
Tú kanst fáa tað,
sum tær dámdi so væl.
Skift um – Skift um – Skift um.

FavoriteLoadingGoym tekstin