Tak ikki dreymin

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Tak ikki dreymin eg fekk sum barn
Eg goyma vil ríkastu minni
Var í mær ein longsul ein góðvarin vón
Eg ongantíð aftur tó finni
Um hugurin rekur um høvini øll
Og viljin reikar um dalar og fjøll
Í smáar kroysur og gyltastu høll
Hvat verður av mær

Eg fór inn í býin gekk millum lærd
Eg las úr bókum og sagnum
Spurdi tey gomlu fór út á bygd
Fekk søgur frá lívum og lagnum
So satt sum trúgv og vísdómur er
Spurin eg gekk mína fjakkaraferð
Fremmandar gøtur út í ta verð
Sum bíðaði mær

Á vegum og torgum er sangur og lív
Hvør válar í lívinum eina
Í lýsandi kirkjum og myrkasta slumm
Hvar hjørtuni kenna seg heima
Í neyðini mangan eg droymdi meg vekk
Á stórleikans plássum í einsemi gekk
Og syrgin eygu frá biddarum fekk
Á mínari leið

Hvat havi eg funnið á mínari ferð
Eg berjist við longsul og iva
Tí hvussu vit spyrja hvat tilvera er
Er svarið sum menniskju liva
Eitt kærleikans skjøldur frá barndómi av
Frá tíðarmorgni til sól fer í kav
Tær eydnuløtur og friðin tú gav
Eg taki við mær

FavoriteLoadingGoym tekstin