Tak meg allan, Harri Jesus

Orð: Petur William Háberg
Lag: Jens Guttesen

1. Tak meg allan, Harri Jesus,
tak meg tætt at tær!
Ver tú alt í mínum lívi,
tak meg, tí tú sær,
at mítt hjarta er so vesalt,
at tað maktar ei
sjálvt at sleppa heimsins vegum,
ganga tína leið!

2. Tak meg, Jesus, ger mítt hjarta
eina vent mót tær!
Legg meg tætt at tínum barmi,
so ei eygað sær
tað, sum holdið tráar eftir,
tað, sum fangar meg!
Tí eg veit, í tíni nærheit
tryggur hvíli eg.

3. Tú tað veit, áh, Harri kæri,
at um enn eg steig
stundum langt av tínum leiðum,
tagnaði tó ei
røddin tín í barmi mínum:
Jesus elskar teg!
Mitt í heimsins villa brúsi
gleddi hetta meg.

4. Sæla ljóð! Og dýrur vinur,
Jesus, ert tú mær,
gjøgnum dómsins villu streymar
kærleiksfult meg bar!
Áh, tú sært, eg vil so fegin
fara, hvar tú vilt!
Tala til mítt hjarta, Jesus,
teska: Tig, ver stilt!

FavoriteLoadingGoym tekstin