Tak mína hond, Gud

Orð: Adelaide A. Pollard
Lag: George Coles Stebbins
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Have thine own way, Lord!

1. Tak mína hond, Gud,
leið meg tín veg!
Meir tínum Soni
líkjast vil eg.
Mynda og boygg meg
vilja tín til,
meðan eg stillur
bíða tær vil.

2. Tak mína hond, Gud,
leið meg tín veg!
Royn meg og hjálp mær,
rannsaka meg.
Hvítan sum kava
tváa meg nú.
Mentur at signa
ert eina tú.

3. Tak mína hond, Gud,
leið meg tín veg!
Fyll meg við Anda,
nem tú við meg.
Fyll meg við kraft, so
heimurin sær
Kristus aleina
altíð í mær.

4. Tak mína hond, Gud,
leið meg tín veg!
Lat meg ei velja
heimin, men teg.
Lívið at liva
vert verður tá –
og so har heima
løn frá tær fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin