Tak mítt lív, og veri tað

Orð: Frances R. Havergal
Lag 1: Wolfgang Amadeus Mozart
Lag 2: William H. Havergal
Lag 3: Henri A.C. Malan
Lag 4: William H. Jude
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Take my life, and let it be

1. Tak mítt lív, og veri tað
halgað, Harri, tær hvønn dag!
Beri hvør ein løta tær
samfelt lov og prís frá mær!

2. Tak mítt virki – kærleik tín
dríva lat hvønn gerning mín!
Stíga lat mín fót hvørt stig
fyri teg, við tína lið!

3. Tak mítt mál, so syngi eg
altíð eina fyri teg!
Lat meg tala, so tú bert,
Jesus, Harri, ærdur ert!

4. Tak ta ogn, tú gavst mær her!
Títt tað eina alt jú er.
Vit mítt, dugnaskap mín – alt,
nýt tað! Tú tað eiga skalt.

5. Tak mín vilja, ger hann tín,
veri hann ei longur mín!
Tak mítt hjarta, títt tað er,
trónu tína reis tú her!

6. Tak mín kærleik, so at eg
altíð, Jesus, elski teg!
Tak meg allan, so alt mítt
ævigt, eina alt er títt!

FavoriteLoadingGoym tekstin