Tak tíð til at halgast

Orð: William D. Longstaff
Lag: George Coles Stebbins, T.R.H. Sturges
Týtt: Victor Danielsen

1. Tak tíð til at halgast
og tala við Gud,
ver altíð í honum,
vel orð hans til lut!
Ver vinur við Guds børn,
og veikum rætt hond,
gloym aldri at søkja
Guds signing, Guds Ond!

2. Tak tíð til at halgast
og frið Guds at fá,
tak tíð til at biðja
og andlit hans sjá!
Við Jesus at skoða,
tú verður sum hann,
og hvør, ið teg hittir,
skjótt síggja tað kann.

3. Tak tíð til at halgast!
Lat Gud leiða teg,
far ei undan honum
ein sjálvvaldan veg!
Í sorg sum í gleði
stíg í Jesu spor,
hav eygað fest á hann,
lít enn á hans orð!

4. Tak tíð til at halgast,
gerst stillur í sinn,
hvønn tanka, hvørt innskot
ber fyri hann inn!
Til kærleikans keldu
tá leiðir hann teg
og ger teg til reiðar
til verk fyri seg.

FavoriteLoadingGoym tekstin