Tak tú meg nærri tær, áh, Jesus

Orð: Joseph Leycester Lyne
Lag 1: J.H. Lester
Lag 2: Edward Johnson Bellerby
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Let me come closer to thee, Jesus

1. Tak tú meg nærri tær, áh, Jesus,
tær nærri dag um dag.
Fastari tínum hjarta, Jesus,
tær nærri tú meg drag.

2. Vís tú mær tína dýrd, áh, Jesus,
sum tá ið sólin sær.
Song tú mær legg í hjartað, Jesus,
so eg kann prísa tær.

3. Eins og ein løk meg ger, áh, Jesus,
sum streymar frítt frá tær,
flýtur til tystar sálir, Jesus,
tað, Harri, unn tú mær.

4. Lær meg at æra teg, áh, Jesus,
títt vitni vera her
og eftir tær at bíða, Jesus,
hjá tær bert sæla er.

FavoriteLoadingGoym tekstin