So tak tú mínar hendur og leið meg fram

Orð: Julie von Hausmann
Lag: Friedrich Silcher
Týtt: Símun P. Djurhuus

1. So tak tú mínar hendur og leið meg fram,
til barn títt heim er komið í Himmalhavn!
Eg kann ei ganga eina, ei nakað stig;
men einki ilt meg sakar við tína lið.

2. Tú fjal mítt veika hjarta við náði her!
Í gleði sum í sorgum tú ugga ber;
lat til títt hjarta renna títt barn við skund,
lær tú meg trygt at hvíla á trúargrund!

3. Um nærleiki tín stundum ei kennist her,
so veit eg tó, at náðin, hon ævig er;
so tak tú mínar hendur og leið meg fram,
til barn títt heim er komið í Himmalhavn!

FavoriteLoadingGoym tekstin