Takk, at tú bart mína byrði

Orð og lag: Knut Ose
Týtt: Hilmar Jan Hansen

1. Takk, at tú bart mína byrði,
mær lætti av skomm og av skuld.
Guds Lambið, eg takki tær fyri,
at synd mín í tær nú er huld.

2. Takk, at tú tókst mínar syndir,
mítt skuldarbræv útstrikað varð.
Tað var ikki gull ella silvur,
men blóð títt, ið bjargaði mær.

3. Fríur frá ótta og iva
eg krossinum standi so nær.
Eg skal ikki doyggja, men liva
í ævir har heima hjá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin