Takk, Gud Faðir, at tú vildi

Orð: Malla Joensen
Lag: Andrew Thomsen, L.M. Lindeman

1. Takk, Gud Faðir, at tú vildi
niður til mín boyggja teg!
Mína sorg og neyð tú skildi,
og tú komst at fría meg.

2. Nú eg syngja kann við gleði,
tí eg veit, at tú ert mín,
og á mínum síðsta degi
vilt tú taka meg til tín.

3. Har, har skal eg ævigt hvíla
frá tí, sum meg møddi her;
her so mangir stormar ýla –
ikki so í hini verð.

4. Tá mítt eyga teg skal skoða,
ei mær kinnin vætist meir,
royndareldur ei skal loga,
sorgir ei eg kenni fleir.

5. Skjótt vit vera nú har heima,
har sum songur duna skal;
allar sorgir tá vit gloyma,
tá í ævir alt er væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin