Takk, Gud, fyri Golgata

Jóhan við Neyst
Orð: Jóhan við Neyst
Lag: Joël Blomqvist

1. Takk, Gud, fyri Golgata,
har tú øllum sýndi
fram tín stóra kærleika,
og teg syndin píndi.
Tú, mín Harri, henda dag,
allar heimsins syndir
bart og fyri monnum bað,
sum her gingu blindir!

2. Tá eg skoði Kristus, sum
krossfestur har hongur,
vil úr hjartadýpinum
ljóða hesin songur:
Halleluja, syng mín sál
fyri logan bjarta,
tí eg veit, tað kærleiksbál
hita vil mítt hjarta!

3. Hjarta, eggja altíð meg
til at skoða krossin!
Kristus, tær nú takki eg
fyri kærleiksfossin!
Náðin rennur nátt og dag,
ongantíð hon viknar!
Hetta sterka vinalag
aldri burtur bliknar!

FavoriteLoadingGoym tekstin