Takk, Gud, fyri tað, tú gevur

Orð: August L. Storm
Lag: Johannes Alfred Hultman
Týtt: Victor Danielsen

1. Takk, Gud, fyri tað, tú gevur,
fyri tað, sum fór avstað,
fyri tíð, sum verið hevur,
fyri alt til henda dag,
fyri myrkar heystardagar,
fyri ljósa, lýggja vár,
fyri stundir, góðar, glaðar,
fyri stríð og sorg og tár!

2. Fyri tað, tú víst mær hevur,
fyri tað, eg skilji ei,
fyri, tá tú hoyrir, gevur,
fyri, tá tú sigur nei,
fyri hjálp á neyðardegi,
fyri lívsins loyndarmál,
fyri ljós á myrkum vegi,
fyri frið í míni sál!

3. Fyri himmal, djúpan, bláan,
fyri hvørja myrka nátt,
fyri sól og dagin gráan,
fyri ilt og fyri gott,
fyri stríð og royndartíðir,
fyri vón, sum uppfylt varð,
fyri dag, av myrkri stígur,
fyri vón, sum brast hjá mær!

4. Fyri rósur takk vit siga,
fyri tornirnar hjá teim,
fyri reistan himmalstiga,
fyri trygt og ævigt heim,
fyri storm og sker og boða,
fyri himmalhopið sælt,
fyri kærleiks klára loga –
takk í ævir fyri alt!

FavoriteLoadingGoym tekstin