Takk, Harri, fyri hvørt stig

Orð: Hanus S. Hansen
Lag: Ókendur

1. Takk, Harri, fyri hvørt stig,
ljósið og skuggarnar við.
Síggja eg kann gjøgnum tað,
hond tín meg leiðir hvønn dag.

Niðurlag: Prís fái tú,
Harri mín, nú.
Tú ert mítt ljós
á míni kós.
Tú gavst mær frið,
náði og grið
og hvíluna við tína lið.

2. Um mangan dimm var mín leið,
ókendar gøtur eg steig,
tú mær tá vísti tann veg,
Harri, at kalla á teg.

3. Og tá eg rópti til tín,
Harri og Frelsari mín,
sendi tú hjálp, sum ein sær
koma kann eina frá tær.

4. Dimmið brátt lætti, og tá
kundi eg sólina sjá,
sum tú av sonnum mær ert,
ljósið og hitan mær bert.

FavoriteLoadingGoym tekstin